OL-rógvari til Føroya

Danski rógvarin Søren Madsen skal standa fyri rógvikappingini, sum verður hildin í Eystursúklanum leygardagin

Freistin at melda seg til innanduraróðrarnar í Eysturskúlanum leygardagin var út í gjár, og eins nógvir rógvarar og í fjør fara at rógva, skrivar heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag.
Felagið kundi ynskt sær, at tað vóru fleiri ungir rógvarar við í kappingini, og hóast nógvar ungar gentur venja í rógvimaskinum kring landið, so hava tær ikki hildið seg til at luttaka í hesi innandurakapping.

Dani stendur
Havnar Róðrarfelag hevur fingið ein kendan danskan rógvara at standa fyri kappingini leygardagin. Tað er Søren Madsen, sum hevur róð við kenda danska »gullfýraranum«, og hann var millum annað við til OL í 2000 og HM í 2001.
Eftir hetta fekk Sørin skaða í ryggin og hevur mest sum ikki róð kapp síðani.
So tað verður ein kendur og virdur rógvari, sum fer at halda eyga við teimum føroysku rógvarunum til óalmennu FM-kappingina í innandurarógving leygardagin.