OL ov dýrt

Grikska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hallið á fíggjarlógini í ár fer at svara til 5,3 prosent av landsins bruttutjóðarframleiðslu, og tað er næstan tvær ferðir meiri enn tað, sum ES hevur loyvt sínum limalondum.

Costas Karamanlis, forsætisráðharri, gevur teirri undanfarnu sosialistisku stjórnini skyldina av tí stóra hallinum. Hann sigur, at stjórnin, sum fór frá í mars, hevði als ikki tikið allar útreiðslurnar við í fíggjarlógina, og at uttanlandsskuldin er nógv størri enn mett. Sambært Karamanlis hevði tann sosialistiska stjórnin ikki tikið útreiðslurnar til herin og avdráttir við í fíggjarlógina, samstundis sum stjórnin hevði tikið lán, sum tingið einki visti um.

Teir olympisku summarleikirnir í Athen vóru eisini teir dýrastu nakrantíð. Sambært stjórnini komst tað av, at trygdarkrøvini vóru nógv strangari, enn tey hava verið á nøkrum øðrum leikum. Harafturat kostaðu vallir og hallir nógv meiri enn væntað.