Annað umfar var í dag leikt í bólki A í hondbólti hjá kvinnum á olympisku summarleikunum í París.
Noreg reisti seg aftur aftaná tapið fyri Svøríki við at smyrja Danmark av.
Svøríki er einsamalt oddalið við fýra stigum aftaná sigur á Týsklandi, ið hevur ikki fingið stig enn.
Og Slovenia vann greiðan sigur á Suðurkorea.
Úrslit og málskjúttar í bólki A:
Danmark – Noreg 18-27 (8-14).
Danmark: Trine Østergaard 5, Kristina Jørgensen 4/2, Sarah Aaberg Iversen 2, Mie Højlund 2, Emma Friis 2, Rikke Iversen 1, Line Haugseted 1, Helena Elver 1.
Noreg: Kari Brattset Dale 6, Veronoca Kristiansen 6, Sanna Solberg-Isaksen 3, Stine Skogrand 3/1, Stine Bredahl Oftedal 3, Nora Mørk 2, Vilde Ingstes 2, Maren Aardahl 1, Marit Jacobsen 1.
Svøríki – Týskland 31-28 (19-12).
Svøríki: Jenny Carlson 7, Nina Koppang 3/2, Linn Blohm 3, Jamina Roberts 3, Emma Lindqvist 3, Nathalie Hagman 3/1, Lovia Löfqvist 2, Elin Hansson 2, Johanna Bundsen 1, Varlin Strömberg 1, Mathilda Lundström 1, Kristín Þorleifsdóttir 1, Tyra Axnér 1.
Týskland: Alina Grijseels 5/1, Julia Maidhof 5, Jenny Behrend 5, Annika Lott 3, Xenia Smits 2, Emely Bölk 2, Viola Leuchter 1, Johanna Maria Stockschlaerder 1, Antje Döll 1, Lisa Antl 1, Julia Behnke 1.
Suðurkorea – Slovenia 23-30 (12-14).
Suðurkorea: Birna Woo 7/4, Jyungmin Kang 5, Boeun Gim 4, Eun Hee Ryu 2/1, Eunhye Kang 2, Eunjoo Shin 1, Jiyeon Jeon 1, Dayoung Kim 1.
Slovenia: Tamara Mavsar 7/1, Tjasa Stanko 6/1, Ana Gros 5/1, Elizabeth Omoregie 4, Natasa Ljepoja 2, Barbara Lazovic 2, Maja Svetik 1, Ana Ablina 1, Alja Vojnovic 1, Nina Spreitzer 1.
Aftaná tvey umfør er Svøríki einsamalt oddalið við fýra stigum. Noreg, Slovenia, Danmark og Suðurkorea hava tvey stig hvør. Týskland er aftast við ongum stigi.
30. juli vera dystirnir hesir: Týskland-Slovenia, Noreg-Suðurkorea og Svøríki-Danmark.