Í teldubrævi sigur Katrin, at talan var um rættiliga harða venjingarlegu, nú talan er um fyrstu ferðina, at tær hava verið í báti í ár. - Fyrsta venjingarlegan er altíð merkt av, at vit hava róð nógv í maskinum, og tað er hart at venja 2 ferð hvønn dag. Men hóast tað gjørdist tyngri og tyngri at koma upp úr songini, bleiv áralagið betri og betri, eru vit ikki so langt frá HM-forminum, sigur Katrin Olsen. Fleiri myndir frá venjingarleguni síggjast á heimasíðuni hjá Eik.