Undan HM-kappingini í frælsum ítrótti í Suðurkorea varð russiska Yelena Isinbayeva mett sum tann størsti favoritturin í stangarlopi, men henda metingin vísti seg ikki at halda, tá kappingin bleiv avgjørd í dag. Tann tvífaldi OL-meistarin megnaði bara at leypa 4,65 metrar, og tað rakk bara til 6. plássið.
Ístaðin var tað Fabiana Murer úr Brasil, sum fekk gull fyri at leypa 4,85 metrar. Hetta var tað fyrsta heiðursmerkið til Brasil í hesari HM-kappingini. Silvur í stangarlopi hjá kvinnum vann týska Martina Strutz við 4,80 metrum, og russiska Svetlana Feofanova fekk brosnu við at leypa 4,75 metrar.
800 metrar-renningin hjá monnunum varð eisini avgjørd í dag, og hana vann David Rudisha úr Kenya við tíðini 1:43,91. Hann eigur heimsmetið frammanundan.