Fleiri og fleiri afrikanskir OL-luttakarar hvørva í London. Í dag eru fýra luttakarar úr Kongo horvnir. Talan er um judo-íðkaran Cedric Mandembo (á myndini t.v.) judo-venjaran Ibula Masengo, boksivenjaran Blaise Bekwa og tekniska leiðaran í ferðalagnum hjá Kongo, Guy Nkita.
Frammanundan eru sjey íðkarar úr Kamerun horvnir. Ensku myndugleikarnir eru farnir undir at leita eftir íðkarunum, sum tó hava loyvi at vera í landinum fram til novembur, tá ið fyribils uppihaldsloyvið í sambandi við OL gongur út.










