OL-liðið endaliga sett

Fyri tveimum vikum síðani bleiv OL-liðið úttikið, men tá var eitt ivamál, nevnliga um Flóvin Tór Næs var tøkur. Hann hevur síðani givið avboð vegna skúla (eins og Ólavur Simonsen hevur), og sostatt sær liðið, sum fer til Talvolympiadu 25. okt. - 11. nov. í Bled, Slovenia, soleiðis út:

1. John Arni Nilssen
2. IM John Rødgaard
3. Heini Olsen
4. Eyðun Nolsøe
5. Hans Kristian Simonsen
6. Martin Poulsen

Spenningur hevur verið um avloysaran fyri Flóvin. Fór tað at verða Jóan Hendrik Andreasen, Torbjørn Thomsen, ella hvørgin av hesum? Talvsambandið hevur valt at senda fýra vaksnar telvarar og tveir unglingar. 18 ára gamli Martin Poulsen er næstfremsti unglingi, aftanfyri Hans Kristian Simonsen, og fær hann tískil kjansin á hesum sinni.