OL-liðið 2002

Talvolympiadan verður í ár í Slovenia, og hjá føroyingum eru vónirnar betri enn nakrantíð.

Talv

Fyrst í august verður føroyska olympiaduliðið úttikið, og enn er kampur um plássini. Kappingin verður leikt um mánaðarskifti oktober/november. Seks telvarar fara at umboða Føroyar, og fýra av hesum hava nærum longu við vissu tryggjað sær pláss, og teir eru:

John Arni Nilssen, 27 ár, 2384 ratingstig
Skopuningurin, sum er búsitandi á flatlondum, hevur telvað væl seinasta árið. Síðani eina skuffandi FM-kapping í Vestmanna í fjør - har ratingtalið endaði niðri á 2315 - hevur hann veruliga ment seg við góðum úrslitum á flatlondum. John Arni er rímiliga aktivur nú á døgum, hevur valt sínar kappingar gjølla og er tískil væl fyrireikaður. Í dag er hann uttan iva føroya sterkasti telvari. Nærum 100 ratingstig eru niður til næsta mannin á føroyska ratinglistanum. John Arni hevur enn føroyameistaratittulin til góðar
John Arni umboðaði Føroyar á fyrsta borði í OL 2000, og tá var hann nær við sín fyrsta IM-norm eftir einastandandi úrslit. Vónandi vísur hann minst sama støði í Slovenia.

Heini Olsen, 32 ár, 2299 ratingstig
Fimmfaldaði føroyameistarin úr Klaksvík, sum somuleiðis er búsitandi á flatlondum, hevur verið sera aktivur eftir FM í fjør. Tá endaði talvliga niðurgongd hansara, tí síðani hevur gingist væl hjá Heina. Spakuliga nærkast hann aftur 2300-markinum, og tað gevur góðar ábendingar til OL, sum hann mangan hevur luttikið í.
Í seinastu olympiadu mannaði Heini triðja borð við ivasomum úrsliti. Í ár tekur hann møguliga plássið á øðrum borði frá IM John Rødgaard, og tað fer ivaleyst at geva honum eyka stimbur at stríðast fyri góðum úrsliti. Heini hevur mangan verið álitið hjá føroyingum í farnum olympiadum.

IM John Rødgaard, 47 ár, 2272 ratingstig
Nevnir tú Talvolympiadu, mást tú eisini nevna IM John Rødgaard. Síðani 1984 hevur tvøramaðurin verið fastur fúsur á føroyska liðnum, og hvørja ferð hevur hann verið álitið sjálvt við frálíkum úrslitum. John hevur rutinu sum fáur, og er ein sannur fongur á olympiaduliðnum.
Síðani OL-2000, har hann hevði gott úrslit, hevur tó ikki hilnast væl hjá John á heimliga talvøkinum, undantikið FM-2001, sum hann ognaði sær. Tvær ivasamar liðkappingar og eitt fjórða pláss í árligu FM-kappingini er úrtøka hansara seinastu árini, sum somuleiðis sæst á ratinglistanum. Men sum sagt, John hevur frálík OL-úrslit at vísa á, og í OL-høpi er rutinu eisini alneyðug.

Hans Kristian Simonsen, 18 ár, 2196 ratingstig
Føroyameistarin úr Kollafjørði fær eftir ætlan pláss á OL-liðnum, vegna hansara FM-heitið og sum besti unglingur. Hans Kristian er okkara nýggja stjørnuskot, ikki minst eftir simultansigurin á Garry Kasparov fyri góðum ári síðani, men eisini fyri síni frálíku úrslit síðani nevnda sigurin, undantikið Atlantic Weekend kappingina í Keypmannahavn herfyri, har hann telvaði væl undir miðal.
Spennandi verður at fylgja Hans Kristiani í olympiaduni, har hann helst verður eykaleikari, sum sætti maðurin á liðnum.

Kampur um tvey pláss
Eingin hevur enn játtað sína OL-luttøku. Vit eiga tí ikki at taka luttøkuna hjá nevndu telvarum fyri givið.
Talvsambandið hevur boðað frá, at umframt fýra fastir telvarar, verða somuleiðis tveir eyka-leikarar úttiknir. John Arni, Heini og John verða fyrstvaldir, meðan Hans Kristian er eykamaður. Síðani verða tveir mans valdir aftrat, og í skrivandi løtu eru tríggir um boðið til hesi tvey pláss, tá rating viðvíkur.
Talan er um Flóvin Tór Næs, 2251 ratingstig, Eyðun Nolsøe, 2232 ratingstig, og Ólavur Simonsen, 2208 ratingstig. Allir hava fyrr umboðað Føroyar í OL, og eru hesir tríggir eisini sera javnir telvarar.
Eftir Atlantic Weekend-kappingina herfyri, vísur tað seg at Ólavur í løtuni hevur togað seg framum Eyðun í rating. Nógv kann enn broytast á listanum, tí í juli-mánaða fara fleiri av nevdu telvarum at royna seg í kappingum, og hjá summum er tað eisini neyðugt um OL-pláss skal náast. Spennandi verður tí at fylgja gongdini.
Tá OL-liðið loksins skal úttakast, vigar føroyska ratingtalið mest, men eisini altjóða ratingtalið og onnur ávíkavís krøv verður hugt nærri at.