OL í Istanbul

Talvolympiada: Føroyingar hava nú leikt seks umfør í OL, og úrslitini hava verið higartil verið svingandi. Føroyingarnir løgdu út við einum braki, men hava síðani havt nøkur smáskuffandi úrslit. John Rødgaard hevur bestu úrtøkuna higartil.

Talv


Tveir teir fyrstu dystirnir hjá føroyingum endaðu ávíkavist 1-3 ímóti Kekkia og 3-1 ímóti Tunesia. Hetta varð ein góð byrjan við fýra stigum av átta møguligum. Burma varð mótstøðuliðið í 3. umfari, og tann dystin vunnu burmamenn 3-1. Burma er ein sterk talvnatión, og tí varð úrslit heilt hampiligt.

Síðani komu tvey ivasom úrslit. Í 4. umfari áttu vit at vunnu ímóti Honduras, sum bert høvdu fyrsta borð við altjóða ratingtalið. Men hesin dystur endaði tó 2-2, har fremstu borðini hjá okkum, John Arni Nilssen og John Rødgaard óvæntað taptu, meðan Heini Olsen og Ólavur Simonsen sum eisini telvaði ímóti Burma, vunnu.

Zimbabwe varð liðið føroyingar møttu í 5. umfari, og eisini her vóru vit klárir favorittar, sjálvt um bæði John Arni og Rødgaard vórðu skiftir út við Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe, sum telvaði á fyrsta sinni. Men dystin taptu Føroyar 1,5-2,5. Heini tapti á fyrsta borði, meðan Flóvin, Ólavur og Eyðun leikti javnleik.


Fingu vent gongdini

Í sætta umfari bleiv úrslitið aftur positivt, tá føroyingar hósdagin vunnu 3-1 ímóti Angola. Stillað bleiv við sterkastu manning, har John Arni leikti javnt, Rødgaard vann eitt drúgt talv, Heini leikti javnt á triðja borði og Flóvin vann á fjórða borði.

Eitt gott úrslit sum skumpar lið okkara nakað fram í samlaða støðuna.

John Rødgaard hevur megnað at fingið hálvtfjórða stig til hølvdar av teimum fimm talvunum hann hevur telvað, og er sostatt toppskorari. John Arni hevur havt tað trupult á fyrsta borði. Eingin hevur telvað øll seks talvini.

Føroyar eru seedaðir sum nummar 75 av 128 londum, og í løtuni eru Føroyar beint undir miðjuni við 11,5 stigum av 24 møguligum. Týskland er fremst við 18,5 stigum, meðan Russland hevur 17,5 á øðrum plássi.

Sætta umfar varð telvað hósdagin og í gjár var frídagur. Sjeynda umfar verður telvað telvað í dag. Meira um OL í týsdagsblaðnum.


Einstøku úrslitini:

John Arni 1 stig av /5

Rødgaard 3,5 / 5

Heini O. 2 / 5

Flóvin 2,5 / 5

Ólavur 2 / 3

Eyðun 0,5 / 1



Tvey talv


Kasparov,G (2830) - Kramnik,V (2751)

BGN World Chess Championship (15), 02.11.2000


1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.g3 d5 4.Bg2 Be7 5.Nf3 0-0 6.0-0 dxc4 7.Qc2 a6 8.Qxc4 b5 9.Qc2 Bb7 10.Bd2 Be4 11.Qc1 Bb7 12.Bf4 Bd6 13.Nbd2 Nbd7 14.Nb3 Bd5 15.Rd1 Qe7 16.Ne5 Bxg2 17.Kxg2 Nd5 18.Nc6 Nxf4+ 19.Qxf4 Qe8 20.Qf3 e5 21.dxe5 Nxe5 22.Nxe5 Qxe5 23.Rd2 Rae8 24.e3 Re6 25.Rad1 Rf6 26.Qd5 Qe8 27.Rc1 g6 28.Rdc2 h5 29.Nd2 Rf5 30.Qe4 c5 31.Qxe8 Rxe8 32.e4 Rfe5 33.f4 R5e6 34.e5 Be7 35.b3 f6 36.Nf3 fxe5 37.Nxe5 Rd8 38.h4 Rd5 Javnt og Kramnik heimsmeistari


E, Campos (2238) ? John Rødgaard (2351)

34th Chess Olympiad (men) Istanbul (6), 02.11.2000


1.d4 d5 2.c4 e6 3.Nc3 c6 4.e3 Nf6 5.Nf3 Nbd7 6.cxd5 exd5 7.Bd3 Bd6 8.0-0 0-0 9.Rb1 a5 10.a3 Re8 11.b4 Qe7 12.Qb3 axb4 13.axb4 b5 14.Nd2 Nb6 15.e4 dxe4 16.Ndxe4 h6 17.Nxf6+ Qxf6 18.Ne4 Qe7 19.Qc3 Bf5 20.f3 Qd7 21.Bd2 Nd5 22.Qc2 Be6 23.Rfc1 Rec8 24.Nc5 Bxc5 25.Qxc5 Ra6 26.Ra1 Rca8 27.Rxa6 Rxa6 28.Bb1 Bf5 29.Be4 Be6 30.Be1 Ne7 31.Bh4 Nd5 32.Bg3 f6 33.Bd6 Kf7 34.f4 Bf5 35.Bf3 Bg4 36.Bxd5+ cxd5 37.Qxd5+ Kg6 38.Rc7 Qxd6 39.Qf7+ Kf5 40.Rc5+ Kxf4 41.g3+ Ke4 42.Qg6+ f5 43.Qe8+ Kxd4 44.Qe1 Ra3 45.Kg2 Re3 46.Qd2+ Rd3 47.Qe1 g5 48.Kf2 f4 49.Qa1+ Ke4 50.Qa8+ Rd5 51.Rc1 Be6 52.Qb7 Bd7 53.g4 Ke5 54.Qa8 Bxg4 55.Re1+ Kf5 56.Qc8+ Qd7 57.Qf8+ Kg6 0-1