OL-hyljar vorðnir grønir

Nakrir av hyljunum, ið verða brúktir til ymsar greinir í olympisku leikunum í Rio, eru vorðnir grønir í liti

Vanligt er, at svimjihyljar hava ein bláan og kláran lit, men soleiðis er ikki við øllum hyljum í olympisku leikunum, sum verða hildnir í Rio í Brasilia í hesum døgum.

 

Fyrsta var tað ein hylur, ið varð nýttur til vippuútlop, sum brádliga gjørdist grønur. Og nú er eisini ein hylur, ið hevur verið nýttur til vatnpolo, sum soleiðis er blivin grønur. 

 

Sí myndina omanfyri, ið vísir, hvussu hylurin til vatnpolo er broyttur.

 

Fyrst var tað tari, ið fyriskipararnir søgdu vera orsøkina til, at vippuútlopingarhylurin var vorðin grønur. Men nú verja fyriskipararnir av OL seg við nýggjum orsøkum til, at hyljarnir brádliga og púra óvanliga gerast grønir. Teir siga atvoldina vera, at ov nógv eru í hylinum, og tað skapar eina kemiska ójavnvág. Tað skrivar New York Times.

 

Men hendan umberingin gevur kortini ikki meining. Hvørt ár eru fleiri 1000 fólk, sum plaska, taka sær av løttum og svimja í svimjihylum í hotellum runt um allan heim, men hesir hyljarnir blíva kortini ikki grønir. Hetta er nakað, sum Nate Hernandez, stjóri í VivoAquatics, ið er ein fyritøka, sum røkir svimjihyljar, vísir á.

 

Ósemja er, um tað er skaðiligt fyri íðkararnar at leypa í hesar grønu hyljarnar. Fyriskipararnir vísa á, at vatnið framvegis er líka reint sum áður, men fýsnir ummælarar óttast, at hesir hyljar ikki reinsast, sum teir skulu.

 

Ein orsøk til grøna vatnið man eisini vera, at hesir hyljarnir standa undir opnum himmali - ikki í nakrari høll. Sostatt er frítt hjá regni og øllum møguligum øðrum at enda í vatninum.