OL-hondbóltur: Svøríki søplaði finaluplássið burtur

Svøríki var á odda við fýra málum, men tær megnaðu ikki at halda leiðsluna og taptu aftaná longda leiktíð

Svenska kvinnulandsliðið kann veruliga iðra seg um ikki at hava vunnið seg í OL-finaluni í Lille í Fraklandi.

 

Tá ikki nógvir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var Svøríki á odda 21-17 móti fronsku vertunum, og høvdu svenskarar tá veruliga tak á dystinum. 

 

Men seinastu løtuna mistu svensku kvinnurnar takið, og megnaði Frakland javnleik 25-25, og harvið longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini var Frakland omaná, og vunnu fraklendingar at enda hálvfinaluna 31-28. 

 

Í kvøld klokkan 20.30 verður norðurlendsk uppgerð í hinari finaluni, tá Noreg og Danmark hittast.

 

3. apríl tapti føroyska kvinnulandsliðið heiðurliga 27-31 fyri Svøríki í høllini á Hálsi í einum EM-undankappingardysti. Og í dag vóru svensku kvinnurnar smálutir frá at vinna seg í olympisku finaluna.

 

Svøríki-Frakland 28-31 (25-25 - 13-15)

 

Svøríki: Nathalie Hagman 6, Jamina Roberts 6, Linn Blohm 5, Kristin Thorlacius Thorleifsdóttir 4, Tyra Axnér 3, Emma Lindkvist 2, Olivia Löfqvist 1, Jenny Karlsson 1, Elin Hansson 1, Nina Koppang 1.

 

Frakland: Tamara Horacek 8, Estelle Nze Minko 7, Méline Nocandy 4, Alicia Toublanc 3, Chloé Valentini 3, Laura Flippes 3, Léna Grandveau 1, Lucie Granier 1, Orlane Kanor 1.