Triðju ferð á rað skal danska manslandsliðið í hondbólti spæla OL-finalu.
Danmark vann tepran 31-30 sigur á Slovenia í OL-hálvfinaluni í Lille í Fraklandi.
Í steðginum var Danmark á odda 15-10, og tá fáir minuttir vóru eftir var Danmark á odda 31-27.
Men Danmark hevði trupult við at binda fyri seinastu løtuna. Slovenia minkaði um munin til 31-30, og í allarseinasta sekundinum hevði Slovenia eitt fríkast, ið teir - lukkutíð fyri Danmark - sendu uppum danska málið.
Sunnudagin klokkan 12.30 spælir Danmark OL-finalu móti Týsklandi. Sama morgun klokkan átta spæla Spania og Slovenia bronsudyst.
Slovenia-Danmark 30-31 (10-15)
Slovenia: Aleks Vlah 7/2, Dean Bombac 7, Borut Mackovsek 4, Blaz Janc 4, Jure Dolenec 3/1, Domen Novak 2, Kristjan Horzen 1, Stas Jovicic 1, Blaz Blagotinsek 1.
Bjargingar: Emil Nielsen 8, 28% – Niklas Landin 1/1, 10%.
Danmark: Magnus Landin 6, Lukas Jørgensen 5, Mikkel Hansen 5/5, Mathias Gidsel 4, Simon Pytlick 4, Rasmus Lauge 4, Niclas Kirkeløkke 2, Magnus Saugstrup 1.
Bjargingar: Klemen Ferlin 11/1, 35% – Urban Lesjak 2/1, 17%.