OL-hondbóltur: Danmark knústi Týskland í OL-finaluni

Danmark spældi dreymahondbólt í OL-finaluni móti Týsklandi

Danmark er á øðrum sinni olympiskur meistari í hondbólti hjá monnum.

 

Í seinasta landsdystinum hjá stórleikarunum, Mikkel Hansen og Niclas Landin stóð Danmark fyri dreymahondbólti og einum sonnum uppvísningi.

 

Danmark vann í finaluni heili 39-26 á Týsklandi, ið ikki fekk eitt bein til jørðina. Longu í steðginum var Danmark á odda 21-12, og tað var ikki fyrrenn Danmark var á odda 28-15, at danskarar settu ferðina eitt sindur niður, so skaðin ikki gjørdist størri hjá týskarunum.

 

39-26 sigurin hjá Danmark er tann størsti finalusigurin í einari olympiskari mansfinalu í hondbólti nakrantíð.

 

Danmark vann eisini OL-gull í 2016, og OL-silvur í 2020 (2021). Jóhan á Plógv Hansen var við í hópinum í Tokyo í 2021. Men hesaferð fekk havnarmaðurin ikki landsliðsboð frá Nikolaj Jacobsen.

 

Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, Mathias Gidsel var stórskjútti hjá Danmark við 11 málum.

 

Mathias Gidsel skoraði heili 62 mál og gjørdist toppskjútti í olympiska endaspælinum. Ongantíð áður hevur ein toppskjútti skotið so nógv mál í einum olympiskum endaspæli.

 

Donsku kvinnurnar vunnu OL-bronsu, og í kvøld skulu donsku gulldreingirnir og donsku bronsugenturnar hava eina stóra veitslu í París.

 

Mikkel Hansen segði í samrøðu við DR, at hann kundi ikki ynskt sær eitt betri punktum nú hann gevst sum yrkisleikari. Niclas Landin, ið gevst á danska landsliðnum var eisini fegin um seinasta dystin við landsliðnum.

 

Spania vann í einum spennandi bronsudysti 23-22 (12-12) á Slovenia.

 

Hetta er fimtu ferð, at Spania vinnur OL-bronsu.

 

Týskland - Danmark 26-39 (12-21) - FINALAN.

 

Týskland: Juri Knorr 6, Jannik Kohlbacher 4, Renars Uscins 4, Marko Grgic 3, Christoph Steinert 2, Julian Köster 2, Lukas Mertens 2, Luca Witzke 2, Johannes Golla 1.

 

Bjargingar: Andreas Wolff 5, 14% – David Späth 3, 25%.

 

Danmark: Mathias Gidsel 11, Magnus Landin 7, Simon Pytlick 6, Rasmus Lauge 5, Niclas Kirkeløkke 3, Lukas Jørgensen 3, Mikkel Hansen 2, Magnus Saugstrup 1, Emil Jakobsen 1.

 

Bjargingar: Niklas Landin 10, 29% – Emil Nielsen 3/1, 60%.

 

Spania-Slovenia 23-22 (12-12) - BRONSUDYSTUR.

 

Spania: Aleix Gómez 5/3, Agustin Casado 4, Abel Serdio 3, Alex Dujshebaev 2, Jorge Maqueda 2, Kauldi Odroiozola 2, Daniel Fernandez 2, Miguel Sanchez-Migallon 2, Daniel Dujshebaev 1

 

Bjargingar: Gonzalo Perez de Vargas 9, 30% – Rodrigo Corrales 0.

 

Slovenia: Jure Dolenec 6/6, Blaz Janc 5, Aleks Vlah 3, Tilen Kordin 3, Dean Bombac 2, Borut Mackovsek 2, Domen Novak 1.

 

Bjargingar: Klemen Ferlin 11, 32%.