OL-hópurin hjá Brasil er endaliga úttikin

Stórt trýst er á Neymar og liðfeløgunum at vinna olympiska gullið í fótbóltskappingini, sum verður á olympisku leikunum í Rio

 

Landsliðsvenjarin hjá olympiska landsliðnum hjá Brasil, sum er vertur fyri olympisku summarleikunum hevur tikið út hópin, sum er undir stórum trýsti at vinna OL-gullið. Brasil hevur tvær ferðir verið vertur fyri HM-endaspælið í fótbóltinum, og báðu ferðir kiksaði tað, bæði í 1950 og í 2014 at vinna gull. Í 2014 var talan um eina søguliga eyðmýking, tá Brasil tapti heili 1-7 ímóti Týsklandi í hálvfinaluni.

 

Brasilska fótbóltssambandið gjørdi eina avtalu við FC Barcelona, at Neymar ikki var við til Copa America kappingina í USA, men afturfyri skuldi Neymar tørna út fyri olympiska landsliðið hjá Brasil. Brasil er í bólki við Danmark, Suðurafrika og Irak.

 

Teir, sum eru úttiknir til brasilska OL-landsliðið eru : Fernando Prass (Palmeiras), Wilson (Atlético Mineiro), Luan (Vasco da Gama), Rodrigo Caio (São Paulo), Marquinhos (PSG), Douglas Santos (Atlético Mineiro), Zeca (Santos), William (Internacional), Rafinha (Barcelona), Rodrigo Dourado (Internacional), Fred (Sjakhtar Donetsk), Thiago Maia (Santos), Felipe Anderson (Lazio), Neymar (Barcelona), Douglas Costa (Bayern München), Gabriel Barbosa (Santos), Gabriel Jésus (Palmeiras), Luan (Grêmio)

 

Olympiska fótbóltskappingin í Brasil verður avgreidd dagarnar millum 3. og 20. august.