Usain Bolt er nú eina OL-gullmedalju fátækari, eftir at Jamaika hevur mist gullmedaljuna frá OL í Peking 2008, tí at ein av rennarunum er tikin í doping.
Talan er um rennaran Nesta Carter. 454 dopingroyndir frá Peking vóru kannaðar umaftur í fjør, við nýggjari tøkni, og hansara roynd vísti, at hon innihelt ólógliga evni methylhexaneamine.
Nesta Carter var eisini á jamaikanska liðnum, sum vann OL-gull í London í 2012, umframt HM-gull í 2011, 2013 og 2015. Hann er tó ikki funnin sekur í at vera dopaður til hesar kappingarnar og tí verða hesi úrslitini ikki broytt.
Nú Jamaika hevur mist gullið, er tað Trinidad og Tobago, sum stendur sum vinnari. Japan fær nú silvurmedaljuna og Brasil fær bronsu.