Sum altíð við EM-endaspølinum í OL-árum, er eitt eyka spæl í kappingini, at sleppa við í OL-undankappingina.
Sí eisini:
EM: Fleiri stríðast fyri torskildari OL-luttøku
Hesaferð var einki undantak, og tað gjørdist ein størri fløkja, sum kortini longu var greidd eftir dystin ímillum Ungarn og Portugal í gjár.
Portugal vann dystin 34-26 og legði seg á triðja plassið í bólkinum. Sama stigatal sum Ungarn, men betri innanhýsis. Ísland og Svøríki kundu eisini koma upp á fýra stig, men tey vóru verri innanhýsis enn Portugal og Ungarn.
Serliga íslendingar mundu iðra seg eitt sindur, tí um Portugal hevði vunnið við júst fýra málum afturat, hevði Ísland havt besta innanhýsis rokniskapin. Tí var støðan hjá Íslandi longu ómøgulig, áðrenn dystin ímóti Svøríki. Svøríki endaði við at vinna 32-25 á Íslandi, sum sostatt endar á 11. plássi í EM. Svøríki fær sjeynda plássið.
Ein lítil fløkja er kortini eftir í stampinum. Ger Slovenia bart og vinnur EM, sleppur Slovenia beinleiðis til OL í Tokyo. Tá fellur plássið í OL-undankappingini til næstu tjóðina í EM. Og so skal hyggjast langt niður á listan. Heilt niður á áttanda pláss, tí tey sjey ovastu eru longu tryggjaði.
Úrslitini í gjár lagaðu soleiðis, at Eysturríki fekk áttanda plássið, og nú kunnu eysturríkar bert vóna, at Slovenia fremur sensasjónina og vinnur EM.
Spania, Slovenia, Norra og Kroatia spæla hálvfinalur í morgin. Bronsudystur verður leygardagin.
leygardagin verður eisini dystur um fimta plássið ímillum Týskland og Portugal.
Sjálv EM-finalan verður sunnudagin klokkan 15.30 føroyska tíð.
Plássini frá sjeynda plássið og niðureftir eru avgreidd. Tey gjørdust hesi:
7 | Svøríki |
8 | Eysturríki |
9 | Ungarn |
10 | Hvítarussland |
11 | Ísland |
12 | Kekkia |
13 | Danmark |
14 | Frakland |
15 | Norðurmakedónia |
16 | Sveis |
17 | Niðurlond |
18 | Montenegro |
19 | Ukraina |
20 | Serbia |
21 | Pólland |
22 | Russland |
23 | Bosnia og Hersegovina |
24 | Letland |