Lagt varð upp til eina javna uppgerð, har liðini vórðu seedaði ávikavíst nr. 83 og 88, sum eisini vísti seg at halda, tá avtornaði.
(0-1) IM John Rødgaard (2352) ? Saleh A.R. Salem (2501)
(1-0) Olaf Berg (2274) ? Jasem Al Huwar (2265)
(0-1) FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) ? Ali Ali Omar Noaman (2220)
(1-0) Jóan Hendrik Andreasen (2217) ? FM Marwan Abdulwahab (2089)
John gjørdi mistak, sum innibar tapta støðu tíðliga í talvinum, meðan Carl Eli telvdi sera orkufrekt og var - at síggja til - ávegis einum sera vøkrum sigri. Men Ali fann júst røttu loysnina við máthóttan á 1. raði.
Olaf og Jóan Hendrik telvdu ? við omanfyri 70 leikum ? stútt og trygt mótstøðuna av borðinum. Enn eitt umfar, har teir báðir hálaðu sigrar til høldar.
Í 11. og seinasta umfarinum, er mótstøðulandið Mexico, sum er seedað nr. 36, t.v.s. heili 47 pláss fremri enn Føroyar, sum er seedað nr. 83.
Krútsterk mótstøða, har stórmeistarar, við ratingtali omanfyri 2500, manna øll borðini.
Fylgið uppgerðini LIVE á: ugra-chess.com/results.php
Byrjað verður kl. 06.00, sunnumorgun.
Sí annars www.faroechess.com