Undan OL í Rio de Janeiro høvdu fleiri av teimum fátæku eina vón um nakað av inntøku frá teimum mongu ferðafólkunum, men nú eru íbúgvarnir í stóru fátækrabýlingunum ørkymlaðir, heldur enn nakað annað.
– OL er ein katastrofa og eg vil ikki so frægt sum fylgja við í sjónvarpinum, sigur ein av fátæku íbúgvunum í brasilska stórbýnum við svensku TT-tíðindastovuna.
Inntøkur frá ferðafólkunum hava fólkini í teimum mongum og stóru fátækrabýlingunum sæð millum lítið og einki til, tí myndugleikarnir í alt ov stóran mun royna at vísa teimum vitjandi bara tað, sum kann gagna Rio de Janeiro, so sum glað menniskju niðri á strondini og líknandi.
Miðlaskaptur harðskapsótti
– Hesin óttin fyri harðskapi er nakað, brasilsku miðlarnir sjálvir hava skapt. Tað eru bara okkara trupulleikar, ið eru komnir fram, og tí tosa fremmandu gestirnir ikki at koma higar, hóast vit ikki vildu annað enn verið blíð við tey, sigur 40 ára gamli Cleber Arauto.
Hann hevði vónað, at hann kundi selt nakrar eyka myndir við klassiskum Rio-motivum, sum kona hansara hevur málað, men higartil hevur verið mestsum púrt eingin inntøka, ið kann tilskrivast OL.
– Heldur enn at brúkt allar hesar nógvu pengarnar upp á leikirnar, átti landið at brúkt teir upp á útbúgving og heilsu, tí har høvdu pengarnir veruliga komið fólkinum til gagns, sigur hann.