- Tað skal vera stuttligt at vera barn, og tað er tað á Sandi.
Soleiðis skrivar Sands kommuna á sínari Facebook-síðu í morgun, nú Sands skúli í morgun skipar fyri afturvendandi OL-degi, sum varð settur á Ljósafløtti í morgun.
- Skrúgonga, røða, framførslur og gott lag eyðkendu morgunin. Nógv foreldur og onnur høvdu eisini leitað sær á Ljósafløtt at hyggja.
##med2##
Lagt verður aftrat, at komandi dagarnar OL-dagarnir hildnir, og tað eru frálíku umstøðurnar niðri á Sand, tey rópa, sum gera hesar dagar so fangandi.
- Jú, á Sandi er trivnaðurin hjá børnum og barnafamiljum í hásæti, siga tey í Sands kommunu í morgun, har tey eisini hava lagt viðheftu myndir út.
##med3##
##med4##














