Tann 27. juli í 1996 brast ein bumba í amerikanska býnum Atlanta. Í sjálvum sær var hetta ikki nøkur stórhending, men bumbuspreingingin gjørdist kortini søgulig, tí júst í teimum døgum var Atlanta vertur fyri teimum olympisku summarleikunum.
Tað var eisini tað, sum gjørdi, at bumban brast júst tá. Tað váttaði bumbumaðurin, Eric Rudolph, tá hann í gjár var í rættinum. Spurdur, hví hann sprongdi bumbuna, sum kravdi tvey mannalív og særdi meiri enn 150 onnur, svaraði hann, at bumban var ætlað sum mótmæli ímóti tí politikki, sum amerikanska stjórnin hevði á fosturtøkuøkinum og viðvíkjandi samkyndum.
Undir avhoyringunum játtaði hann eisini, at tað var hann, sum sprongdi eina bumbu uttan fyri eitt fosturtøkusjúkrahús í býnum Sandy Springs í statinum Georgia í 1997. Tann bumban kostaði einum løgreglumanni lívið. Sama árið sprongdi han eina bumbu uttan fyri eini hús í Birmingham, har samkynd plagdu at halda til. Fimm fólk fingu skaða ta ferðina.