Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Líka síðani fyrstu føroysku sersambondini í 70-unum fingið altjóða limaskap, hevur viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini, IOC, verið ein stórur føroyskur dreymur. Men hóast ein ítróttargrein fyri og onnur eftir hevur vunnið sær altjóða viðurkenning, eru Føroyar ikki slopnar upp í part í olympiskum høpi.
Nú ungi vágbingurin, Pál Joensen, hevur svomið seg til olympisku leikirnar í London næsta summar, har hann skal umboða Danmark, tí annað ber ikki til, er kjakið um altjóða olympiska viðurkenning kyknað av nýggjum.
– Vit søktu upprunaliga í 1984 um at fáa limaskap í IOC, og aftur í 2004 var umsóknin endurnýggjað við enn fleiri grundgevingum, men vit kunnu bara staðfesta, at vit enn ikki hava fingið altjóða olympisku viðurkenningina, men fyri tað gevast vit ikki á hondum, sigur forsetin í Ítróttasambandinum, Petur Elias Petersen.
– Okkara sjónarmið er, at vit framvegis vilja halda fast við, at okkara umsókn um limaskap eigur at verða viðgjørd eftir teimum treytum, sum vóru galdandi í 1984. Enn eru vit ikki blivin hoyrd, men eiga hinvegin nógvar og góðar vinir í ítróttinum, ikki minst í olympiskum høpi, so eingin orsøk er til at gevast við stríðnum fyri viðurkenning og IOC-limaskapi.
Minna á gamla umsókn
Sum nevnt, varð fyrsta føroyska OL-umsóknin send avstað í 1984, men viðgerðin av henni var einki serlig. IOC vildi í fyrsta umfari hava Føroyar at gera onkrar smávegis tillagingar í lógunum hjá ÍSF, men hóast tað var gjørt beinanvegin, hoyrdist einki aftur frá IOC.
– Eitt nú royndu okkara norðurlendsku vinir at skunda undir eina viðgerð av føroysku umsóknini, men tað gekk ongan veg. Seinni hava vit so funnið útav, at spanski IOC-forsetin, Samaranch, beinleiðis arbeiddi ímóti føroysku viðurkenningini, tí hon kundi havt við sær positivar avleiðingar fyri Gibraltar, sum tá eisini søkti um OL-limaskap, sigur Petur Elias Petersen.
– Sjálvt um reglurnar fyrst í 90-unum blivu broyttar, so nýggj limalond í IOC nú skuldu vera sjálvstøðugar tjóðir við ST-limaskapi, hava vit áhaldandi víst á, at okkara umsókn frá 1984 eigur at verða viðgjørd eftir teimum treytum, sum tá vóru galdandi. Higartil hevur tað tó einki givið, men vit ætla at blíva við, tí vit trúgva upp á samráðingarvegin í hesum málinum.
ÍSF-forsetin vísir á, at umframt norðurlendskan stuðul í OL-málinum, hevur føroyska viðurkenningin í altjóða ítrótti annars givið nógvar vinir, ið fegnir vilja hjálpa Føroyum fram á leið. Í europeiskum høpi verða umboð fyri ÍSF boðin við sum eygleiðarar til árligu aðalfundirnar í europeisku olympisku nevndini, EOC.
– Sjálvt um vit bara eru við sum eygleiðarar, sleppa vit har at gera vart við okkara sjónarmið, og tað fløvar væl at merkja, at fleiri taka undir við okkum og vilja rætta okkum eina hjálpandi hond, sigur Petur Elias Petersen.
Vilja samráðast
Gibraltar, sum heldur ikki hevur fingið olympiska viðurkenning, hevur valt at farið rættarliga vegin fyri at fáa sín rætt, men uttan at tað í veruleikanum hevur givið nakað. Millum annað hevur Gibraltar roynt at fingið sítt mál tikið upp í altjóða ítróttardómstólinum, CAS, men enn er eingin endalig niðurstøða gjørd har.
– Vit kundu sjálvandi valt at gjørt tað sama, men eftir okkara tykki gevur tað onga meining, at vit royna at trýsta okkum inn upp á tann mátan. Heldur vilja vit fáa í lag veruligar samráðingar við IOC um, hvussu vit kunnu fáa limaskap, sigur Petur Elias Petersen.
– Hetta er nakað, ið tekur tíð, men vit vilja heldur royna at brúka tey góðu viðurskifti, sum vit frammanundan hava við hópin av fólki í olympisku rørsluni, tí vit trúgva nógv meira upp á tann vegin. Og enn hevur Gibraltar ikki fingið nakað meira burturúr enn vit, við at fara í rættin.