Oktoberveitsla á Sandi

Sandoyingar varpa ljós á, hvussu gott tað er at búgva har

Nú summarið er farið, og heystið er í hæddini, skipa Sands Kommuna, Virkið og B71, saman við øðrum áhugafeløgum á Sandi, fyri oktoberveitslu á Sandi fríggjadagin 30. oktober og leygardagin 31. oktober

 

Á Oktoburfestini, sum tey kalla trað, verður alt møguligt, frá fiskikapping og skjótikapping, til frásagnartúrar, kvøldsetu, hoppiborgir og dans.

 

Hóast okkurt verður til allar aldursbólkar, verður dentur lagdur á at hava nógv barnavinarlig tiltøk, og at tey flestu tiltøkini skulu verða ókeypis, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

 

Fríggjadagin verða tiltøkini í felagshúsunum í bygdini, men leygardagin verður tað mesta í, og rundanum, flakavirkið úti í Støð.

 

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á teir fyrimunir ið eru við at búgva í Sandoynni, ”har øll koma hvør øðrum við”, sigur borgarstjórin.