Í oktober er sjóneykan vend á ADHD

Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD

ADHD er í 80 prosentum av førunum arvalig neuropsykiatriskt diagnosa og er torfør at skilja, tí tað líkist nøkrum, sum øll kenna. Tað merkir, at vit hava torført við at skilja, og tí undirmeta vit avbjóðingarnar, sum eru ósjónligar.

– ADHD kann samanberast við dunnuna. Tað sær so ótrúliga lætt og lítið krevjandi út, tá hon fer svimjandi. Elegant glíðir hon nærmast eftir vatninum. Umhvørvið sær ikki, hvussu beinini spjálka hartarbeiðandi undir flatuni, sigur Bjørg Dam metaforiskt.

Tvey og eitt hálvt prosent av vaksnum hava ADHD, og tað merkir, at tey liva upp til kriteriuni. Fimm prosent av børnum hava ADHD, og tað merkir, at tað eru umleið helvtin av børnunum, sum ikki liva upp til kriteriuni fyri ADHD, tá tey eru vaksin.

Les eisini: – ADHD er stigmatiserað

Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD.  Umleið fimm prosent av børnum og tvey og eitt hálvt prosent av vaksnum hava ADHD sambært World Health Organization, og tí er heimsherferðin til frama fyri upplýsing og tilvit fyri hundatals milliónum.

Føroyska ADHD felagið hevur spurt seg fyri hjá Málráðnum, sum hevur skotið upp, at »ADHD Awareness Month« á føroyskum veður kallað »ADHD Tilvit«. Umfram tað hevur ADHD felagið gjørt búmerkið, sum sipar til altjóða tiltakið.

##med2##

Meir er um ADHD í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring alt landið