Bót til bata, ið er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini við kvinnum, sum hava havt ella hava bróstkrabba, skipar fyri ymsum tiltøkum, fyrilestri, hugnaløtu og øðrum. Eisini selur bólkurin ljósareyðu sloyfuni, ið er alheims súmbolið fyri bróstkrabba. Sloyfan er at fáa í ymsum handlum kring landið. Í fjør var fyrstu ferð, at ljósareyða sloyfan varð seld í Føroyum. Fyrstur at fáa sloyfuna var landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Í Danmark verður nógv gjørt burtur úr í oktober at varpa ljós á bróstkrabba.
1. oktober verður farið undir herferðina: varpa ljós á bróstkrabba, ein herferð, sum Alexandra, greivinna av Frederiksborg, tekur lut í.
Herferðin byrjar í nýggja operahúsinum í Keypmannahavn. Eisini har verður ljósareyða sloyfan seld umframt aðrir lutir, ið eru gjørdir til frama fyri sama endamál.
Danska Krabbameinsfelagið skipar henda mánaðin fyri eini røð av fyrilestrum og tiltøkum. Serfrøðingar, læknar, granskarar og sjúklingar fara at røða um bróstkrabba, viðgerð og røkt og fyribyrging. Allir fyrilestrarnir eru ókeypis.
24 føroyskar kvinnur staðfest bróstkrabba um árið
Talið á teimum, sum fáa staðfest krabbamein í brósti, er millum 18 og 34 um árið, í miðal 24 um árið seinastu tíggju árini.
Í fjør var talið 34 í mun til 23 tilburðir árið fyri. Ein av hvørjum tíggju kvinnum verða rakt av bróstkrabba.
Bróstkrabbi er sostatt tað slagið av krabbameini, ið rakar flest kvinnur í Føroyum.
Krabbamein í lungunum er tað slagið, ið rakar flestar menn; ein av hvørjum hundrað monnum verða raktir av bróstkrabba.
Í 2004 fingu 215 føroyingar staðfest krabbamein, tað er 20 fleiri enn árið fyri.
Í miðal 187 tilburðir eru skrásettir seinastu tíggju árini.
Kelda: Krabbameinsskrásetingin/Landssjúkrahúsið