Læknar fáa 56.000
krónur um vikuna
Tá læknar stilla til tilkallivakt á Suðuroyar- ella Klaksvíkar sjúkrahúsi, fáa teir heilar 56.000 krónur í løn um vikuna.
Tá løgtingsmaðurin Jenis av Rana setti Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, fyrispurning um lønina hjá læknum av Landssjúkrahúsinum, sum høvdu tilkallivaktir á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsum, váttaði landsstýrismaðurin, at læknarnir eru sera væl løntir.
- Tað er rætt, sum Jenis av Rana førir fram, at hesir læknarnir fáa 56.000 krónur í løn um vikuna. Men hartil er at siga, at teir hava tilkallivakt 24 tímar um samdøgrið sjey dagar í vikuni, sigur Aksel V. Johannesen.
Sáttmáli er gjørdur millum serlæknafelagið og felagnum fyri yngru læknar øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin, og tann sáttmálin má fylgjast.
- Sjálvur haldi eg, at lønin er alt ov høg, men talan er um ein gamlan sáttmála, sum vit mugu fylgja, sigur Aksel V. Johannesen.
Men tá talan er um eina 24 tíma vakt í sjey dagar, kunnu fólk so kenna seg trygg við tað.
- Talan er um ein forvakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er ikki altíð, at tað er so nógv at gera, og teir hava eitt kamar á sjúkrahúsinum, so teir sova eisini inn ímillum, sigur Aksel V. Johannesen.
Vil broyta sáttmálan
Læknarnir fáa hesa sera stóru løn, samstundis sum tað kemur fram, at Landssjúkrahúsið ikki hevur nóg stóra játtan at nøkta heilivág til sjúklingarnar. Eisini koma hesar høgu lønir fram um somu tíð, sum fokus verður sett á ferðaendurgjaldið til tingfólk sammett við tað, ið vanligi borgarin fær í ferðaendurgjaldi.
- Sum nevnt er talan um ein gamlan sáttmála. At lønin er ov høg eri eg samdur við Jenisi av Rana í, men skal hendan lønin broytast, má tað greast umvegis sáttmálan, og hann er sum nevnt í gildi enn, sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann er ikki partur av hesum sáttmálanum, sum verður umsitin av fíggjarmálaráðnum.
- Nú eri eg ikki greiður yvir, nær sáttmálin gongur út, men so leingi hann er galdandi, mugu vit halda hann. Hinvegin haldi eg, at tá nýggjar samráðingar verða tiknar upp, eiga vit at hyggja nærri eftir hesum, sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin heldur, at lønirnar eru alt ov høgar, og hann ætlar sær eisini at fáa gjørt okkurt við hetta.
- Tá samráðingarnar verða aftur ætli eg mær avgjørt at mæla til, at teir læknarnir, sum eru á forvaktini, fáa lægri løn enn teir fáa í dag, sigur Aksel V. Johannesen.
***
Føroyar fingu javnleik
Føroyska fótbóltslandsliðið spældi ein góðan dyst, tá ið Norðurírlandi vitjaði á Svangaskarði. Føroyar bæði skoraðu og fingu stig. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Eftir dystin fegnaðist írski venjarin hjá føroyingum, Brian Kerr, um úrslitið, meðan norðurírski starvsfelagin Nigel Worthington helt lítið um avrikið hjá sínum liði.
- It’s fucking embarrassing, segði hann stutt og greitt.
Illgruni um óreglusemi
Tað ljóðaði alt væl, tá ið Jan Allan Muller og onnur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsens, men felagið er nú farið á heysin, og illgruni er um óreglusemi í fyritøkuni.
Tryggingarfelagið Føroyar er ein av íleggjarunum, og felagið hevur saman við øðrum meldað málið til løgregluna í Horsens, tí tey vilja hava, at alt kemur fram um møguligt óreglusemi í felagnum.
- Vit vilja hava alt kannað, og er nakað óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum.
Rýmdi úr Fólkaflokkinum
Poul Michelsen vildi ikki spæla við meira, og eftir fleiri ártíggjund sum profilur í Fólkaflokkinum, takkaði hann fyri seg. Poul Michelsen var so misnøgdur við sín egna flokk, at hann meldaði seg úr honum.
- Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, síggi eg onga semju um nakað. Eg havi leingi verið ónøgdur við arbeiðslagið, men nú bar bara ikki til meira, sigur Poul Michelsen.
Varðveita koyripengar
Meðan ferðastuðulin hjá vanligum fólki skal skerjast, varðveita tingfólk sín stóra koyristuðul, og munur er á fólki. Ein sammeting av, hvusu nógv ein vanligur løntakari og ein tingmaður búsitandi í eitt nú Klaksvík vísir, at løntakarin fær 15.603 krónurum árið fyri at ferðast millum Klaksvík og Tórshavn. Tingfólkið fær 83.120 krónur. Ein løntakari í Sandoynni við arbeiði í Havn, fær 4.704 krónur í ferðastuðuli. Tingfólkið fær 37.320 krónur. Ein vágbingur, sum arbeiðir í Havn, fær 11.193 krónur um árið. Tingfólkið við bústaði í Vági fær 61.280 krónur.
***
Landsstýrisfólkini vita sum oftast, hvat tey gera
Kaj Leo Johannesen, løgmaður um, at landsstýrisfólkini ikki altíð kenna avleiðingarnar av sínum sparingum
Altjóða skinkumarknaðurin er risastórur, og tí eru spennandi møguleikar í at útflyta føroyska skinku.
Johan Mortensen, íverksetari av projekti við føroyskari skinku