Oksi og ísbjørn við á Vestnorden Travel Mart

Tað var Grønland, ið hesaferð stóð sum vertur av Vestnorden Travel Mart, og við sær á stóra danska hotellinum høvdu teir bæði útstappaðan oksa og ísbjørn. Stóra Scandic Copenhagen hotellið í Keypmannahavn var karmur um Vestnorden Travel Mart mikudagin og hósdagin í hesi vikuni.

Tað vóru grønlendingar, sum skipaðu fyri og longu, tá tú komst inn í forhøllina, har skrásetingarnar av luttakarum fóru fram, stóð ein útstappaður oksi og ein útstappað ísbjørn.

Tá vit fregnaðust, um hesi bæði stóru og hábærsligu dýrini høvdu nakað við Grønland sum vert fyri Vestnorden Travel Mart at gera, var svarið ja.

- Hesi bæði dýrini standa á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og vit hava havt tey við okkum til ymisk tiltøk ymsastaðni í Evropa. Soleiðis hava bæði oksin og ísbjørnin verið við okkum, tá vit hava verið úti sum land, eisini í onkrum stórbýi.

Tað søgdu fólk, sum umboðaðu Grønland á Vestnorden Travel Mart.

Tey vistu eisini at siga, at onkur, sum hevur sæð hesi dýr, hevur borið uppundir, at tey kanska eru veidd ólógliga sum hótt dýrasløg.

- Men her hava vit fingið staðfest, at tey eru ikki veidd ólógliga og soleiðis kunnu flytast millum lond, sum partur av grønlendskum átaki. Undir fótinum, tey standa á, er merki, sum sigur, at dýrini eru fult lóglig, søgdu grønlendsk umboð á Vestnorden Travel Mart.