Í sambandi við, at P/F Lógv í Salangará hevur keypt annað skip fyri garnaskipið Oknina, hevði Tórbjørn Jacobsen, havnameistari hjá Runavíkar havn, nakrar hugleiðingar um menninar og søguna aftanfyri reiðaríið, ið eigur skipið. Portalurin fer í stuttum at endurgeva ein part av hesi frásøgn - og myndin til henda greinastubba er av heimasíðuni www.skipini.fo
- Í 1962 stovnaðu brøðurnir, Petur, Jóhan David, Samson og Bendtse Thomsen og svágurin, Jóhannus Tausen í Runavík, P/F Lógv við tí endamáli at útvega sær skip. Teir skrivaðu undir sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju í 1963, sum hevði til endamáls, at Mohr-menninir og teirra dugnamenn skuldu smíða teimum eitt fiskifar við frystilast. Kjølurin varð strektur í 1963. Støddin var 289,54 br. reg. tons, og motorurin var av Vølund slagnum. 330 hestakreftir. Skipið fekk navnið Oknin, og var hon klár til fiskiskap á heysti í 1964. Elsti bróðurin, Petur Thomsen, sáli, førdi hana frá byrjanini og at kalla øll árini fram til 1986. Bendtse og versynir Peturs, Símun og Tonny sáli, loystu hann av einstakar túrar hesi árini.
Tórbjørn Jacobsen heldur fyri, at fá føroysk fiskiskip hava verið so víða á fiskiveiði og í so nógvum ymiskum driftum, sum Oknin. Teir hava ikki verið bangnir av sær, Thomsen-menninir. So hvørt, sum ein møguleiki hvarv, funnu teir rætta alternativið. Um øll Norðurhøv hava teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur, á tunfiskaveiði við Vesturafrika, við strendurnar heilt suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi.
- Tá hesin møguleikin hvarv av kendum orsøkum, løgdu teir um til garnadrift á heimaleiðunum eftir svartkalva og havtasku. Teir eru framvegis í hesi vinnu.
Havnameistarin heldur eisini, at tað er ein sjáldsom hending, at menn, sum eru komnir somikið upp í árini, taka so rívan til og so óræddir leggja árar í sjógv av nýggjum.
- Óneyðugt er siga, hvussu mikið til árs teir eru komnir, teir báðir Bendtse og Samson, men til ber í hvussu er at siga, at teir fóru til skips fyri væl meira enn 60 árum síðani. Og nú eru teir á heimveg úr Noregi við avloysaranum fyri Oknina. Hetta er eisini eitt greitt tekn um, at teir hava álit á yngra ættaliðnum í fjølskylduni, eitt nú Símuni hjá Peturi, sum hesi nógvu seinru árini hava rikið Oknina á garnaveiði. Sjálvir taka teir sær av landsíðuni, og so hava nestorarnir báðir útróðrarbátin Lóm liggjandi kláran til fiskiveiði í bátahylinum í Heiðunum.
Tórbjørn Jacobsen heldur fram:
- Hjá øllum okkum, sum hava búð um hesar leiðir, hevur Oknin, síðani hon á fyrsta sinni kom inn í havnina í Runavík í 1964, verið ein partur av samleikanum. Av longum og styttri leiðum er hon aftur og aftur komin higar, og eigararnir hava megnað kynstrið at bógva seg ígjøgnum, eisini ígjøgnum brotasjógvarnir, sum eisini mega hava verið uppi onkuntíð í so mong ár. Tí er tað eisini sjáldsamt í føroyskari fiskivinnusøgu, at sama felag endurnýggjar seg eftir so mong ár í vinnu, skrivar havnameistarin, sum eisini bar reiðaríi og manning heilsu, tá nýggja skipið legði til bryggju í Runavík í gjár.









