Okkurt visti løgmaður

- Eg kann ikki reagera upp á forsíður á bløðunum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum mikumorgunin segði seg vilja hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í innlendismálum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg einki vita um frágreiðingina frá serfrøðini í Innlendismálaráðnum, sum Sosialurin loksins fekk innlit í týsdagin.
Talan er um eina røð av viðmerkingum og atfinningum frá fakliga serkunnleikanum í føroyska løgmálaráðnum móti lógaruppskotinum hjá sínum egna landsstýrismanni. Nú skjølini eru komin undan kavi, bað løgmaður seg vilja hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í innlendismálum.
Tað er tó greitt, at løgmaður visti um hesa frágreiðing, sum tær tríggjar deildirnar í Innlendismálaráðnum í felag hava skrivað. Á forsíðuni í Sosialinum 9. august stendur, at ”Innlendismálaráðið dylir egna vitan”, og víðari í tekstinum á forsíðuni stendur, at føroyska løgmálaráðið er avmonterað í sínum egna lógaruppskoti um Eysturoyartunnil. Sum fakráð hevur Innlendismálaráðið gjørt sínar viðmerkingar, men hesar verða hildnar loyniligar. Inni í blaðnum verður greitt frá, at løgdeildin, kommunudeildin og umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum í felag hava gjørt sínar viðmerkingar til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard. Tá váttaði Nella Festirstein, deildarstjóri á løgdeildini í Innlendismálaráðnum, fyri blaðnum, at frágreiðingin var til, og eisini at deildirnar høvdu nógvar viðmerkingar.
Sosialurin bað um innlit og meirinnlit í frágreiðingina. Men innlitsumbønin var noktað við tí grundgeving, at talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu.
Hesar upplýsingar hevði løgmaður sostatt 9. august.
Nú innlit loksins er latið í skjølini, valdi løgmaður at reagera og bað tí um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í innlendismálum. Hana fekk hann tríggjar tímar og 12 minuttir seinni.
Nú liggur bólturin aftur hjá løgmanni.