Jákup á Borg, Ingi Højsted, Bergur Midjord og Sámal Joensen. Tað eru bert nakrir av landsliðsspælarunum, sum seinastu drúgvu tíðina hava verið plágaðir av skaðum, og tað gevur avgjørt Jógvani Martin Olsen nakað at hugsa um, nú hann skal seta nøvn á hópin, sum um knappar tvær vikur setir kós móti Litava.
Umframt skaðar, so hevur Óli Johannesen leikbann til dystin, og tað gevur sjálvandi enn eitt minus í roknistykkið hjá venjaranum.
- Tað tykist, sum hava óhappini regna oman yvir okkum seinastu tíðina. Ein rúgva av smærri skaðum hava gjørt um seg, og tó at onkur teirra tykist koppa rætta vegin, so ávirkar hetta úttøkuna. Hartil er talan hjá nøkrum spælarum eisini um verulig formdykk, og tað skal so eisini havast í huga, sigur Jógvan Martin Olsen.
Eitt er, at landsliðsvenjarin sum so skal kjósa sær bestu spælararnar til hópin. Annað er, at samansetingin helst eisini skal passa við garderingum og øðrum, og tað hevur eisini givið venjaranum høvuðbrýggj.
- Tað sigur seg sjálvt. Eg havi so í dag latið FSF-skrivstovuni ein lista við hópinum, men um nakrar justeringar so verða eftir hetta, veit eg ikki. Men eg haldi meg tó kunna siga, at verandi støðan letur upp fyri, at okkurt óvæntað navn verður í hópinum, sigur Jógvan Martin Olsen.