Okkurt tú ikki visti um eitt egg

Ert tú í 1200 metra hædd, kókar vatn longu við 96 stigum. Tað merkir, at egg, sum verður kókað í slíkum hæddum, má kókast í ein ella tveir minuttir longri enn vanligt.

 

 

Á páskum eta vit fleiri egg enn vanligt. Men, veitst tú, hvat tú ger skeivt, um eggið kloyvir ella rívur undir kóking? Og hvat veitst tú um egg í síni heild? Í hesi greinin, sum vit leysliga hava endurgivið úr NRK, er kanska okkurt, tú ikki visti.

At eggið rívur undir kóking kann hava sína orsøk í, at hitaskiftið kemur ov knappliga. Tí kann tað gera mun, um eggið ikki er ov kalt, tá tað líðandi verður latið niður í kókandi vatn. Ein annar møguleiki er at koyra eggið, sum kortini skal verða harðkókað, í kalt ella lunkað vatn – ella at stinga eitt lítið hol í eggið, so luft sleppur út.

Eggjaskal er soleiðis bygt upp, at her eru smáar poknur ella smá hol í skalinum, og tí kann eggið eisini draga lukt til sín. Tað merkir, at í prinsippinum ber til at krydda egg, sum enn ikki eru kókað. - Liggur eggið í posa saman við eitt nú hvítleyki í eini tvey samdøgur, smakkar tað av hvítleyki, tá tað er kókað, sigur norski matráðgevin, Marlene Kåsin.

Hitt er, sigur hon, at eggið eisini kann fara at smakka av øðrum, sum liggur í kuldaskápinum saman við egginum. Sum eggið í kuldaskápinum eldist, dregur meira luft inn gjøgnum poknurnar í eggjaskalinum, samstundis sum maturin innan í egginum minkar.

Góðskan minkar nakað, tá eggið eldist, men so leingi, sum tað luktar væl, kann tað etast. Ert tú í iva, um eggið kann etast, kanst tú bróta tað niður í ein kopp og lukta. Matráðgevin sigur, at so leingi, eggini eru heil, kunnu tey saktans etast langt eftir dagsmerking.

Av ymiskum orsøkum kann tað viðhvørt vera trupult at fáa skalið av harðkókaðum eggum. Spildurnýggj egg eru nevniliga nógv ”strammari” enn eldri egg. Uttasta hinnan liggur tá ógvuliga tætt móti skalinum, og hetta kann gera tað trupult at fáa skalið av.

Marlene Kåsin sigur, at tað kann vera ein hjálp at taka skalið av egginum undir rennandi vatni. Ein annar møguleiki er at lata eggið hava stovuhita, áðrenn tað verður kókað.

- Nofima hevur gjørt royndir við bakteriuinnihaldi í eggum, sum vóru sjey mánaðar gomul, og her vórðu ongar skaðiligar bakteriur funnar, sigur matráðgevin við NRK.

Eitt, sum eisini kann vera vert at nevna, tó at Føroyar ikki hava so høg bústaðarøki, er, at vatn vanliga kókar við 100 stigum, men býrt tú eitt nú í Noregi, kanska í summarhúsi, sum liggur í 1200 metra hædd, kókar vatnið longu við 96 stigum.

Tað merkir, at eggini skulu kóka eina fitta løtu longri, kanska í ein ella tveir minuttir.