Summar bøkur ella høvundar fáa okkum at ynskja, at bókin vit júst hava lisið, var væl longri. Ella at vit høvdu eina afturat, sum tók tráðin upp, har hin slepti. Á slóðini "Noget der ligner" á www.litteratursiden.dk hava tey funnið uppá ráð. Har kanst tú velja millum eina ørgynnu av høvundum og bókum og harfrá fáa viðmæli og uppskot um aðrar bøkur og høvundar, sum á onkran hátt líkjast.
Er tað okkurt ávíst bókmentaslag, sum hevur tín áhuga, kanst tú eisini fáa slóðir og hugskot til at kunna teg um bæði tað søguliga og tað nýggjasta innan júst tað økið. Í nógvum førum finnur tú eisini kritiskar greinar, sum fara í dýpdina við hesum bókmentasløgunum bæði í skaldsligum og samfelagsligum høpi.