Okkurt par fær nakað av upsa

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sum heild vánaligur, men okkurt parið fær nakað av upsa.

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa. Skipini fáa lítið av hvítum fiski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku.

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð.

 

- Tríggir fiska svartkalva undir Føroyum, og væntandi landa tveir mánadagin og tann triði seinni í vikuni. Haraftrat fiskar ein djúpvatnstrolari stinglaks og annan djúpvatnsfisk.

 

Um teir smáu trolbátarnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ein er vesturi á Íslandsrygginum, og ein fiskar tosk á landleiðini. Á landleiðini fær trolbáturin eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og so nakað av havtasku og hýsu.

 

Væntandi fara nakrir av trolbátunum, sum í løtuni liggja við bryggju, út aftur um vikuskiftið.

 

- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er smáligur. Bæði hesi skipini koma inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.