Café Kaspar á Hotel Hafnia í Havn verður leygarkvøldið karmur um ársins singer/songwriter finalu. Sum skilst hevur ein teirra, ið kom víðari í undanumførunum, Noah Chaparro forfall, og verður ikki við. Hinir, ið komu víðari, eru Jústines í Túni/Sakaris Joensen, Lyon Hansen og Jógvan Joensen.
Sum skilst hava tveir luttakarar afturat frá undankappingunum fingið boð um, at teir verða mettir at eiga pkáss í finaluni, men bert annar teirra hevur tikið av, og er tað Heri Olsen, sum sostat eisini fer á pall leygarkvøldið.
Vit hava loddað dýpið, nú finalistarnir fyrireika seg til finaluna.
Lena seg ikki afturá
Jústines í Túni og Sakaris Joensen siga seg sum so kunna kallast nokkso nýggjar á palli, men tó hevur Sakaris tær drúgvaru royndirnar, eittnú frá Boys in a Band.
Um spjaldur skal setast á teirra tónleik, so kalla teir hann fólksligan og popputan. Og onkur hevur kallað tónleikin “fittan”.
Tá teir teknaðu seg til kappingina, tordu teir ikki at vænta tað stóra, men hildu hetta vera ein góðan møguleika. Teir hildu tá, at fleiri komu víðari frá hvørjum umfari, men tá teir hoyrdu, at bara ein slapp víðari, fánaðu vónirnar, og teira siga, at tað var tí ein góð kensla, tá teir komu víðari í undanumfarinum.
Teir eru spentir, nú finalan nærkast.
- Vit eru spentir og tað verður “all in”, tí hinir eru vandamiklir kappingarneytar. Vit satsa og lena okkum ikki bara afturá, siga Jústines og Sakaris.
Teir siga, at leygarkvøldið verður okkurt nýtt lag at hoyra, og at tað sum heild verður meira “in your face”.
Myrkur
Lyon Hansen er nokkso nýggjur á palli, tó at hann hevur roynt seg eitt sindur.
Um tónleikin sigur hann, at hann er nokkso myrkur og kanska minnir um Tom Waits og slíkar.
Um kappingina sigur Lyon, at hann hevði ikki væntað nakað serligt, men vónaði tað besta.
- Eg kendi ikki hinar og tað hevur nógv at siga, hvørjir hinir í kappingini eru, sigur Lyon.
Um finaluvónirnar sigur Lyon, at hann hevur ikki hoyrt allar luttakararnar, og tí veit hann ikki, hvørjum hann er upp ímóti. Men hetta metir hann bara sum ein fyrimun.
- Eg hugsi ikki so nógv um hini sum spæla, sigur Lyon.
Um finaluna leygarkvøldið sigur hann, at tað verður nakað tað sama at hoyra, men tó verður kanska okkurt nýtt lag.
Jógvan Joensen styrkt seg
Jógvan Joensen er óivað eisini eitt rættiliga óskrivað blað fyri mongum, men hann hevur tó roynt seg eitt sindur á ymsum spælistøðum. Hann sigur, at tó at hann hevur roynt seg, so er hann kanska ikki so kendur sum tónleikari.
Um sín tónleik sigur Jógvan, at hann er alternativur, men leygarkvøldið verður meira rock-kent. Og tá verður Jógvan eisini sjálvur annar á palli, tí afturat sær hevur hann Benjamin Petersen, sum seinnu árini er komin fram sum stak dugnaligur guitarleikari. Teir báðir spæla annars eisini í bólki saman.
Jógvan Joensen hevði ikki væntað at komið í finaluna, tí hann helt ikki, at tónleikurin hóskaði, men hann fekk nógvar áheitanir um at fara við í kappingina.
- Tað kom púra óvæntað, at eg kom víðari, sigur Jógvan Joensen
Hann fer til finaluna við somu vónum, og væntar onki. Hann vil bara sleppa at spæla sín tónleik.
- Og sjálvandi er tað frálíkt, um eg vinni, sigur Jógvan.
Í finluni leygarkvøldið verður í øllum førum ein sangur við, ið ikki var í undankappingini, og so verður eisini talan um guitar, og ikki klaver, sigur Jógvan Joensen.
Spennandi
Umframt hesar, ið komu víðari í undanumførunum, hava dómararnir avgjørt, at Heri Olsen eisini verður við í finaluni. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á hann, men sum skilst verður hann mettur at eiga pláss leygarkvøldið.
Talan verður um eina spennandi finalu og Rás 2 fer at senda beinleiðis frá kappingini.