Politisk undirtøka er ikki fyri at einskilja Atlantsflog. Tí er skilagott at felagið aftur verður alment burturav, sigur Johan Dahl, sum roknar við breiðari politiskari undirtøku fyri at gera Atlantsflog aftur til eitt alment felag
Sum landsstýrismaður í vinnumálum umboðar Johan Dahl tveir triðingar av partabrøvunum í Atlantsflog.
Men um ein góðan mánað verður tað landsstýrið einsamælt, sum ræður í føroyska flogfelagnum.
Nevndin í Atlantsflog boðar í dag frá, at felagið ætlar sjálvt at keypa aftur tey partabrøv, sum landsstýrið seldi privatum, tá felagið varð einskilt í 2006.
Niels Mortensen: Verandi støða er ikki haldbar
- Felagið hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og tí haldi eg tað vera skilagott, at felagið aftur gerst alment burturav, sigur Johan Dahl.
Málið verður tikið upp á landsstýrisfundi í morgin, og síðani fer landsstýrismaðurin í vinnumálum í løgtingið fyri at broyta lógina frá 2006, ið snýr seg um einskiljing av Atlantsflog.
Johan Dahl hevur somuleiðis kunnað formenninar í andstøðuflokkunum.
- Eg vóni, at breið politisk undirtøka verður fyri hesum, sigur Johan Dahl.
Meðan pengarnir fyri søluna av triðinginum av partabrøvunium í Atlantsflog endaðu í landskassanum, so verður tað nú felagið sjálvt, sum skal keypa partabrøvini aftur. Partabrøvini skulu keypast aftur fyri kurs 210, og tað fer tí at kosta føroyska flogfelagnum 71 milliónir krónur at keypa partabrøvini aftur.
Atlantsflog fíggjar sjálvt ein part av keypinum við tøkum peningi, og felagið tekur lán til hin partin.
Johan Dahl heldur tó ikki, at tað hevði verið rímiligt at landskassin rindar fyri at keypa partabrøvini aftur – tá tað jú var landskassin sum á sinni fekk pengarnar fyri søluna.
Hoyr samrøðu við Johan Dahl við at trýsta á pílin undir myndini