Eitt brúgvalag við regni fer í ein landnyrðing. Síðani rekur lutfalsliga turr luft inn yvir okkum. Frá hósdegnum koma væntandi fleiri brúgvaløg við regni stundum inn yvir oyggjarnar úr vestri.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl, seinnapartin tó møguliga onkrir sólglottar. Í nátt eitt gul av vestri, undir 5 m/s, framvegis ælaveður nógvastaðni. Hitin millum 10 og 15 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl, um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 13 stig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann í ein vestan og makar vindin nakað. Fyrrapartin sólglottar, annars skýggjað og nógv regn, út á náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 13 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, sum frá líður av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og um náttina stundum regn. Hitin millum 9 og 13 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, um náttina klárar tó í og ælaveður. Hitin millum 9 og 13 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur av útsynningi, 15 m/s, yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 13 stig, um náttina um 10 stig.