Okkurt kavaæl seinni í vikuni

Veðurmaðurin hjá Rás2, Petur Skeel Jacobsen, sigur soleiðis um veðrið teir næstu dagarnar:

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi. Tað verður yvirhøvur turt og sólglottar. Í annaðkvøld kemur hann av vestri við ælingi, og hitin fer at liggja millum 9 og 12 stig.

Mikudagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og norði, sólglottar, og kanska verður okkurt kavaæl norðanfyri. Hitin verður millum 1 og 4 stig.

Hósdagin verður lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi, ælingur, partvis kavi, men eisini sólglottar. Hitin fer at liggja millum 1 og 4 stig.

Friggjdagin og leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, ælingur og partvís kavi, men eisini sólglottar. Hin fer at liggja millum 1 og 5 stig.