Okkurt hendir í vetur

Nú sonevndu transfer-vindeyguni eru komin í altjóða fótbólt, eru onkur tíðarskeið náttúrliga meira deydlig enn onnur, tá talan er um spælarahandlar.
Men hóast tað ikki hevur verið so nógv at hoyra seinastu tíðina, so tykist Jákup avkláraður, tá spurt verður, um nakað er í væntu í heyst og vetur.
- Viðvíkjandi yngri spælarum verða helst onkrar venjingar á skránni. Bæði U-17 og U-19 eru júst liðug víð sínar kappingar. Og tá fleiri av hesum spælarum samstundis hava uppgávur fyri síni feløg, vilja vit helst bíða við venjingaruppihaldum uttanlands, til føroyska kappingin og landsliðsárið eru liðug. So tað verður ikki fyrr enn nú, at gongd veruliga kemur á sjónliga partin av felagnum.