Seinasta orðið er ikki sagt hja teimum mongu fakfeløgunum og áhugafeløgunum, sum mótmæla politikkinum hjá nýggju samgonguni.
Feløgini eru fyrst og fremst ímóti ætlaða flatskattinum, at skatta pensjónir við inngjald og ímóti ógvusligum sparingum. Tey eftirlýsa samhaldsfesti.
At feløgini hava undirtøku millum sínar limir og millum fólk sum heilt, vísti stóra mótmælisgongan leygardagin.
Fleiri túsund folk
Torført er at siga, hvussu nógv fólk luttóku í mótmælisgonguni, men Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak metir, at har vóru nøkur túsund fólk.
Tað sigur hon út frá myndunum, og tí at umleið 1000 fólk skrivaðu undir mótmæli, og hon veit, at bara ein partur av fólkinum náddi at skriva undir.
- Tað er ótrúliga nógv fólk, tá ið hugsað verður um, at tað var býtandi kalt, og føroyingar als ikki eru vanir við at fara út á gøtuna at mótmæla, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon sigur, at fakfeløgini hava fingið nógvar áheitanir frá limum sínum, sum kenna seg sviknar av politikarunum, sum teir valdu.
- Fleiri í Eysturoynni hava sagt, at hetta var ikki tað, sum tey valdu. Fleiri teirra, sum nú eru vónsvikin, valdu Sambandsflokkin, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Í morgin fara feløgini at hava eftirmetingarfund og leggja ætlanir fyri, hvat nú skal henda.
Dríva á
- Nú er neyðugt at dríva á næstu vikurnar, tí skotbráið er so stutt. Vit kunnu heldur ikki loyva okkum at ríða ov leingi á eini bylgju, sum hevur so stóra undirtøku millum fólk, sigur Sonja Jógvandóttir.
Síðan mótmælisgonguna hava fleiri fólk ringt til feløgini um, at tey fegin vildu havt skrivað undir. Tí ætla feløgini nú at skipa so fyri, at adressur fara at ganga. Seðlar at skriva undir á verða lagdir út áalmenn støð, handlar og onnur støð, kring landið.
Í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, gjørdi Kaj Leo Johannesen, løgmaður sínar viðmerkingar til mótmælisgonguna.
virðinsleysHann segði millum annað, at mótmælisfólkini umboðaðu bara ein lítlan part av fólkinum.
Nakað at verja
- Líkt er til, at løgmaður als ikki tekur fólkið í álvara. Hann speirak og háðaði. Feløgini umboðaðu nógv fleiri fólk enn tey, sum luttóku. Men tað er kanska løgmaður, sum hevur mest at verja. Undan valinum søgdu hann og flokkur hansara kortanei til skattalætta. Hann var tann greiðasti av øllum, tá ið tað kom til tann spurningin. Flokkur hansara fekk nógvar atkvøður og persónliga fekk hann heilt nógvar atkvøður fyri tað, hann segði og lovaði. Men hann fór frá sínum lyftum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Ein brøkpartur
Tað er bara gott, at fólk mótmæla fyri at vísa sína ónøgd.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann sigur eisini, at hann sjálvandi fer at lurta eftir teimum, sum mótmæltu.
- Mótmælisfólkini vóru tó b ara ein brøkpartur av samfelagnum, sigur løgmaður.
Hann gevur eingi lyfti um at sleppa ætlanini um skattabroytingar og at skatta pensjónirnar við inngjald, tí hetta eru politiskar avtalur gjørdar um at fremja.
Kaj Leo Johannesen sigur, at fyri tryggingartakaran kann tað gera tað sama, nær tryggingarnar verða skattaðar, og sonevnda flatskattaskipanin er ikki so skeiv, vísa útrokningar, sum landsstýrið hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, sigur løgmaður.
Fakfeløgini siga nakað annað.
Hann leggur aftrat, at áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar, verða bæði fakfeløg, tryggingarfeløg og onnur hoyrd.