Hóast flestu føroyingar gjørdust skelkaðir av tíðindunum í Degi og Viku í gjár um serbisku hjúnini í Sørvági, sum nú noyðast av landinum, er ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, ikki kløkkur.
- Tað undrar meg als ikki. Vit í ÍSF hava í langa tíð gjørt vart við trupulleikan á økinum og havt nógv fundarvirksemi um hetta, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eitt samstarv við løgtingi um trupulleikan, hóast óteljandi royndir, sigur Heðin Mortensen.
Hvar er arbeiðsbólkurin
Á vári í fjør setti samgongan við umboðum úr øllum flokkum at viðgerða útlendingaøkið yvirhøvur. Heðin Mortensen sigur, at hann longu í mái mánað í fjør spurdi, um hesin bólkur var farin í gongd við sítt arbeiði, men hann hevur einki frætt hesum viðvíkjandi.
- Eg spyrji bara, hvar er nevndin, sum skuldi gera eina loysn á hesum trupulleikunum. Vit síggja ferð aftaná ferð, at nevndir verða settar, uttan at tað kemur nakað úrslit burtur úr hesum. Vit noyðast at fáa skipaði viðurskifti á økinum, tí tað er ikki virðiligt, soleiðis sum vit fara við útlendsku ítróttarfólkunum, sigur Heðin Mortensen.
Forsetin í Ítróttarsambandinum vísir á, at slík viðferð av útlendskum ítróttarfólki bara skaðir umdømi hjá Føroyum uttanlanda, og tað fer at gerast alsamt truplari at fáa útlendsk ítróttarfólk at koma til Føroya.
- Hetta eru fólk, sum geva føroyskum ítrótti nógv og eru við til at menna ítróttina her heima. Tey eru her í styttri tíðarskeið, og so fara vit soleiðis við teimum. Um tað veruliga er so, soleiðis sum tað var lagt fram í sjónvarpinum í gjárkvøldið, so er tað ótrúliga langt úti. Eg má siga sum er, at hevði eg verið í teirra skóm, so hevði eg langt síðani farið til løgtingsins umboðsmann við málinum, tí tað ber jú eisini til at kæra landsstýrismannin, sigur Heðin Mortensen.
Eisini heldur Heðin Mortensen, at slík mál ganga út yvir øll tey, sum dagliga leggja nógva orku í tey einstøku ítróttarfeløgini, og at tað serliga eru feløgini í útjaðaranum, sum verða rakt av hesum.
- Tey hava ikki sama fólkagrundarlag sum feløgini í miðstaðarøkinum, og tí eru útlendsku leikararnir av stórum týdningi fyri teirra felag, sum til dømis Rajko Petrovic er tað fyri SÍ. Hjá okkum, sum varða av ítróttinum, er tað sera frustrerandi, og vit noyðast at fáa eina loysn á hesum sum skjótast, sigur ÍSF-forsetin.