Okkurt er í coca cola-fløskuni

- Eg haldi, at hetta sá út sum ein nagli av stórutá, sum hevði ligið leingi í fløskuni, sigur ungur norðmaður, sum fann eitt hvørt ótespiligt í eini coca cola fløsku Tá Mathias Tollefsen fór í kuldaskápið á arbeiðsplássinum at fáa sær eina coca cola, sá hann nakað flóta í fløskuni, sum hann heldur hevði viljað verið fyriuttan.

Hann skrúvaði tøppin av og skuldi seta fløskuna til munnin, men drakk ikki av henni beinanvegin - tíbetur.

Tá Mathias so fekk sær ein smakk, merkti hann, at eingin kolsýra var har uppi í fløskuni. Tá hann hugdi gjølligari at fløskuni, sá hann okkurt flóta í henni.

- Eg haldi, at hetta sá út sum ein nagli av stórutá, sum hevði ligið leingi í fløskuni.

Ungi maðurin setti seg í samband við Coca Cola og segði, hvat hann hevði funnið, og longu áðrenn ein tími var umliðin, komu fólk eftir fløskuni fyri at finna út av, hvat var í henni.

Orðini, sum Coca Cola Drikker AS sendi norðmanninum eftir kanningina, vóru soljóðandi:

- Vit vilja uppá tað sterkasta umbera, at tú hevur havt eitt óheppið upplivilsi við einari av okkara vørum. Vøran er nú kannað, og eitt ?fremmandalikam? er funnið í fløskuni. Okkurt í okkara góðskuskipan hevur týðiliga svikið, men nú vita vit hetta og fara at ganga ígjøgnum ?rutinuna? fyri at umgangast, at slíkt hendir aftur.

Eftir óbehagiligu hendingina, bjóðaði Coca Cola Mathiasi Tollefsen at fara í nærmasta handil og taka ein heilan kassa av Coca Cola.

Tað er heimasíðan hjá Dagbladet.no sum ber hesi tíðindi.