Hondbóltskvinnurnar gleða seg, nú A-landsliðið er veruleiki og ein EM-undankapping bíðar fyri framman, tí tað hevur altíð nógv at siga, at ein "gularót" er.
- Vit hava havt eitt A-landslið fyri nøkrum árum síðani, so saknur hevur verið í einum miðvísum arbeiði. Sjálv havi eg verið við á U23- og A-landsliðnum, tá tað hevur verið, men vit hava brúk fyri at fáa aðrar avbjóðingar og aðra mótstøðu, sigur Liljan Djurhuus úr VÍF, sum er ein av okkara bestu spælarum.
- Nú sóu vit, hvussu væl U17-genturnar kláraðu seg, so tað vísir, at tað skal kanska ikki so øgiliga nógv eyka til, at vit kunnu standa okkum. Fyri A-landsliðið hevur tað nógv at siga, at vit fáa tað spælt saman og fáa ein góðan anda á liðnum, tí tá ivist eg ikki í, at vit kunnu fara út og vinna hasar dystirnar.
Hoyr samrøðu við Liljuna Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.










