Leygardagin er tunnilisdagur og tað er ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin
Í hesum sambandi skipa tey eisini fyri ymsum tiltøkum í Runavík.
Eitt tiltak verður í Glyvra Kirkju, sum varð gjørd til listaskála í 2009 og har ikki so fáar framsýningar hava verið síðani.
Í løtuni hevur Torbjørn Olsen framsýning við steinprentum, har myndevni eru úr Jesu líðingarsøgu og tann framsýningin er eisini opin tunnilsdagin.
Í Runavík verður tað, tey nevna ein retro-kafé í hølunum, har Heimavirkið hevur hildið til og sum sæst á myndini.
Har ber til at keypa ymiskt til matna og at drekka. Men sum nakað óvanligt, fer eisini at bera til at keypa sjálvt innbúgvið fyri ein bíligan penga.
Allur peningurin, sum kemur inn, fer til vælegerðandi endamál, í hesum føri til arbeiðið hjá Bláa Krossi og hjá KFUM skótunum.
Og ar enda verður stór FIFA kapping í skúlanum við Løkin, har spælt verður á stórskíggja.









