Okkum vantar haldgóðar grundgevingar

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana saknar haldgóðar grundgevingar frá samgonguni fyri skerjingini í miðfyrisitingini. ? Um tú skal fremja sparingar í miðfyrisitingini og ráðunum má tað verða ein fortreyt, at tú kannar, um tú kanst verða hesi fólkini fyriuttan, men í hesum føri fyriliggur eingin kanning, sigur andstøðutingmaðurin.

Andstøðutinglimurin og formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, heldur lítið um framferðarháttin hjá landsstýrinum í samband við skerjingarnar í miðfyrisitingini. Hann heldur tað er burturvið at skerja miðfyrisitingina uttan, at landsstýrið hevur kannað hana gjøllari.
?Mær dámar ikki framferðarháttin. Um tú skal fremja sparingar í miðfyrisitingini og ráðunum má tað verða ein fortreyt, at tú kannar, um tú kanst verða hesi fólkini fyriuttan. Tað er í ordan at siga fólki úr starvi, um tú hevur eina kanning sum vísir, at tú kanst vera fólkini fyriuttan, men hesum føri fyriliggur eingin kanning, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana sigur seg ikki trúgva ræðumyndunum, sum samgongan áhaldandi málar í samband við versandi búskaparstøðuna, sum hann málber seg.

Harðrendur Fólkaflokspolitikkur
Landsstýrið hevur boða frá, at tað versandi búskaparstøðan er høvuðsorsøkin til, at neyðugt er við skerjingunum innan tað almenna. Jenis ásannar, at búskaparstøðan í Føroyum hevur verið betri, men hann er sannførdur um, at samgongan ger støðuna verri, enn hon í veruleikanum er.
?Hetta er eitt spæl fyri gallarínum. Búskapurin hevur tað ikki eins ringt, sum samgongan vil gera tað til. Teir gera lønarframskrivingarnar nógv verri enn tær í veruleikanum verða. Samgongan misnýtir eftir mínum tykki búskaparstøðuna til føra ein harðrendan fólkaflokspolitikk í løtuni. Eitt er, at búskaparstøðan ikki er hin besta í løtuni, men tú kanst sanniliga eisini skapa hann verri enn hon er, vísir Jenis av Rana á.
Spurdur, um tað er rætt at skerja miðfyrisitingina í trá við búskaparstøðuna, svarar Jenis av Rana, at meginreglan má vera , at kanningar eru grundarlag fyri skerjingunum.
?Tú mást eisini ansað eftir, at tú ikki sparir teg í hel. Eg eri av teirri áskoðan, at vit eiga ikki fremja skerjingar í niðurgongdstíðum, tí so økjast trupulleikarnir. Í niðurgongdtíðum skalt tú fyrst og fremst stabilisera búskapin. heldur Jenis av Rana

Blokkniðurskurður
Fleiri vilja verða við, at blokkniðurskurðurin er høvuðsorsøkin til versnandi búskaparstøðuna í Føroyum.
Jenis av Rana heldur tað var eitt álvarsamt mistak av samgonguni, sum hann, at blokkniðurskurðurin ikki varð sendur út til fólkaatkvøðu, áðrenn samgongan gjørdi av at skerja heildarveitingina við 366 mió. krónum.
?Varð niðurskurðurin gjørdur við fólksins vilja hevði støðan verið betur í dag. Hevði fólkið sagt nei hevði tað verið ein fantastisk støða at verið í dag. Hinvegin haldi eg ikki, at samgongan skal áhaldandi tosa um blokkniðurskurðin, men rættast hevði verið at smokt upp um armar og farið til arbeiðis, heldur Jenis av Rana.

: