Okkum vantar ein íløgugrunn

Tað var skeivt at taka Íløgugrunnin av, sigur reiðarin á Vesturvón. Hann hevði verið góður hjá nógvum í dag, nú nýggjar íløgur standa fyri durum


 

Fiskivinna

Sørvági: Fiskiflotin stendur fyri endurnýggjan, og tí hevði verið gott at átt ein íløgugrunn at farið í nú, sigur reiðarin á Vesturvón, Ólavur Petersen í Sørvági.

Hann sigur, at tað var púra skeivt at taka Íløgugrunnin av. Tað hevði verið ein góð hjálp hjá mongum, nú flotin skal endurnýggjast, at kunnað sett nakrar krónur til síðis í ein slíkan grunn.

Íløgugrunnurin, sum var, virkaði á tann hátt, at vinnan kundi leggja yvirskot frá einum ári í grunnin, har tað so stóð skattafrítt í upp til 10 ár. Í tí tíðarskeiðnum skuldi peningurin so brúkast til íløgur ella viðlíkahald av vinnutólinum, uttan at skattur var goldin av honum. Hinvegin var peningurin skattskyldugur, um hann ikki varð brúktur í 10 ára skeiðnum.


Barentshavið álitið

Høvuðsinntøkna hjá reiðarínum hjá Vesturvíon kemur enn sum áður frá flakatrolaranum Vesturvón, sum mest roynir eystanfyri. Umframt Vesturvón eigur felagið eisini teir báðar partrolararnar, Akraborg og Varðborg, sum keyptir vórðu úr Vági í 1999. Eisini eigur Vesturvón tveir virkisbygningar á bryggjuni í Sørvági, umframt at Vesturvón hevur egið sølufelag.

Annar virkisbygningurin í Sørvági - flakavirkið - er leigaður út til sølufelagið Farex, meðan reiðaríið sjálvt nýtir hin. Eitt nú til skrivstovur.

Ólavur Petersen sigur, at tað hevur gingið hampiligt hjá Vesturvón higartil. Í fjør lá umsetningurin um einar 45 milliónir, og tað lupu nakrar krónur av, hóast oljuporísurin í fjør ávirkaði úrslitið í meira lagi tann skeiva vegin.

Hinvegin var Vesturvón liðugur við kvotuna eystan fyri longu í august mánað, og tað er ov tíðliga, sigur reiðarin. Teir máttu so keypa sær kvotu til restina av árinum. Teir keyptu kvotu frá russum. 1.000 tons fyri 9, krónur fyri kg. Og aftur í ár eru samráðingar um keyp av kvotu, sigur hann. Í ár vónar hann at fáa eini 3.000 tons, har av tey 500 tonsini væntandi fara at vera hýsa.

Umframt kvotuna, teir keyptu frá russum, fiskaði Vesturvón eisini svartkalva á Flemish Cap í fjør eins og undan farin ár. Teir vóru ein túr vestan fyri seinasta heyst og vóru aftur nakað fyri jól. Tá var kvotan uppi, sigur reiðarin. Tað, teir fiska á Flemish Cap, er av eini óbýttari, altjóða kvotu.

Ólavur Petersen sigur, at stórur partur av grundarlagnum hjá flakatrolarunum eystan fyri er svartkjafta- og makrelkvotan, vit lata russum undir Føroyum afturfyri. Og hann er ivaleysur í, at tá tað einaferð kemur til tað, at svartkjafturin verður kvoteraður, skulu eini 120.000 tons av svartkjafti og eini 15.000 tons av makreli markast beinleiðis til at býta um við kvotu til stóru trolararnar eystanfyri.

Hinvegin sigur Ólavur Petersen, at teir hava ongar ætlanir um at fara at royna nýggjar leiðir og nýggj fiskasløg við Vesturvón. Sum er ber tað til við verandi mynstri. Og nýggjar royndir kosta eisini.


Heimavinnan

Hóast høvuðsvirksemið hjá felagnum er Vesturvón, eru eisini aðrir tættir í endanum.

Vesturvón keypti fyri góðum ári síðan tveir partrolarar, Akraborg og Varðborg, úr Vági.

Teir fiska báðir undir Føroyum á sama hátt, sum teir gjørdu undan eigarskiftinum.

Ólavur Petersen sigur, at tað er altíð gott at hava eitt eyka bein at standa á, og tí varð farið upp í hendan partin av vinnuni eisini.

Hann sigur, at teir mettu tað tryggari at hava eitt par. Tí keyptu teir báðar. Skipini eru ikki nýggj, og tey eru heldur ikki tey mest effektivu í flotanum, viðgongur reiðarin. Men teir royna sum frægast, og teir fiskaðu í fjør fyri einar 14 milliónir krónur, sigur Ólavur Petersen.

Árið í ár er byrjað væl, sigur hann. Teir fiskaðu í januar fyri 1,9 millión krónur.

Flakavirkið er, sum sagt, leigað út, og har ger Vesturvón so einki, so leingi leigumálið er galdandi.

Ólavur Petersen upplýsir, at tilsamans eru eini 60 fólk í vinnu hjá Vesturvón.