Okkum tørvar hvønn annan

Kennist dagurin langur, og kundi tú hugsað tær at fingið vitjan? Leingist tær eftir onkrum at práta við?

Kennist dagurin langur, og kundi tú hugsað tær at fingið vitjan? Leingist tær eftir onkrum at práta við?

 

- Vitjanartænastan verður sjálvboðin og tann, sum kemur at vitja er 1) minst 18 ár, 2) hevur tíð og orku, 3) er trúfastur og álítandi og 4) hevur tagnarskyldu.

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður eisini í stuttum greitt frá, hvat ein vitjanarvinur ger.

 

- Ein vitjanarvinur 1) støkkur inn á gólvið, t.d. 14. hvønn dag ella eina ferð um mánaðin, 2) hugnar sær saman við tær - og 3) kanska fara tit ein túr ella til okkurt tiltak saman.

Tey í Sjóvar kommunu, sum kundu hugsað sær, at onkur kemur inn á gólvið til eitt prát, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna.