Úrvalsíttróttin var á skránni hjá einum stórum parti av ítróttarheiminum í gjár. Spurningurin var, hvussu vit megna at fáa veruligar úrmælingar innan føroyska ítróttarheimin.
Katrin Olsen hevur sum einasta føroyingur nakrantíð luttikið til olympisku leikirnar, hóast hetta var fyri Danmark, Magni Mohr er doktari í ítrótti og Jón Bjarnason hevur skapað ein evropameistara í juniorsvimjing. So talan var veruliga um topparnar í føroyskari ítrótt, ið stóðu fyri uppleggunum, á kjakfundinum um føroyska úrvalsítrótt í útvarpshøllini í gjár.
Samlað fyri tey øll er, at tey meta, at trý ting skulu til, fyri at lyfta føroyskari ítrótt á eitt støði, ið veruliga kann sammetast við onnur lond. Hesi ting eru vilji, venjing og vísund. Eisini saknaðu tey betri venjarar, umframt betri venjingarumstøður.
Magni Mohr er eisini sannførdur um, at eitt testsentur til føroysk ítróttarfólk er alneyðugt fyri at hava nakran møguleika at kenna støðið, fyri harvið at betri um støðið hjá føroyskum úrvalsítróttarfólkum.
Nógv venja skeivt
Eitt hjartasuff hjá nógvum, er, at tað er líkt til, at heilt nógv ítróttarfólk í Føroyum venja skeivt.
Tað var eisini ein breið hugsan, at tað eru heilt nógvir venjarar, sum veruliga vilja, og veruliga royna at gera tað tey kunnu fyri at betra um úrslitini, men mangla ov nógva vitan, og tí eru tað heilt nógv, sum venja skeivt, og hetta harmar tey, ið hava veruliga hava vitan innan føroyska ítrótt.
Jón Bjarnason bar eisini fram, at tað er ein skeiv gongd at invistera í eina rúgvu av útlendskum venjarum.
- Tað er ikki so ringt at lesa sær nakrar bøkur. Tað, sum skal til, er, at føroyingar nema sær vitan, so vit hava meira varandi loysnir, greiddi venjarin hjá Páli Joensen frá.
Skúlin forðar elituni
Jón Bjarnason, ið er venjari hjá Pál Joensen er saman við øðrum, sera keddur um, at tey, sum veruliga kunnu gera seg galdandi uttanlands ikki sleppa av landinum, tí so forsøma tey ov nógv í skúlanum og verða blakaði út.
- Pál kundi luttikið í World Cup kappingum. Hetta eru kappingar, har vinningurin er ein heil millión dollarar. Hann svimur vanliga skjótari enn vinnarartíðirnar, og tí er tað so irriterandi, at hann ikki kann fara, tí so er hann ov nógv burtur frá skúlanum, verður blakaður og sleppur ikki at nema sær útbúgving, greiddi Jón Bjarnason frá.
Helena Dam á Neystabø lovaði tó á fundinum, at hon vil syrgja fyri, at skúlarnir í størri mun geva hesum ítróttarfólkum fríari teymar í mun til skúlan, so tey kunnu umboða land okkara.
Betri karmar
Sum væntað kom ynskið um betri karmar fram.
Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, fekk spurningin um trý ynskir til føroyska ítrótt.
- Eg kundi ynskt mær, eitt vitanarsentur, eitt Team Føroyar og Altjóða og OL-limaskap, til allar ítróttargreinarnar, metir ÍSF forsetin.
Úrslitið av øllum kvøldinum, bleiv tí, at øll samdust um, at ein verulig breið politisk ætlan verður gjørd, har eitt vitanarsentur, sum kundi verið gjørt í samstarvið við Fróðskaparsetrið verður gjørt, soleiðis at menningin av føroyskari úrvalsítrótt gerst veruleiki. At mann eisini skal tora at velja veruligu vinnararnar og lyfta teir. Sum skiltist skuldu hesi veljast av einum Framá Føroyar, sum skuldi fáa atgongd til holla vitan og hóskandi fíggjarligar karmar.










