Tey flestu, sum fylgja eitt sindur við føroyskum hondbólti, eru óivað á einum máli um, at tað hevur verið eitt sindur trupult at síggja nakran tráð í landsliðsarbeiðinum innan hondbóltin her á landi. Gamaní hava A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum spælt nakrar dystir seinnu árini, men tað er ongantíð av álvara stungið út í kortið, hvat man vil við hesum dystum.
Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit fleiri ungdómslandslið í hondbólti, sum virkaðu seriøst við venjarum og hjálparvenjarum, ið løgdu eitt stórt arbeiði í hesi lið, men tað datt eisini niðurfyri eftir stuttari tíð. Hetta heldur Kári Mortensen verða stórt spell, tí tá var føroyskur hondbóltur veruliga í menning eftir hansara tykki.
Kári Mortensen saknar eitt kjak um, hvussu landsliðsarbeiði saman við øðrum arbeiði í HSF og saman við arbeiði í feløgunum kann gera føroyskan hondbólt enn meiri áhugaverdan at spæla og at fylgja við í. Somuleiðis heldur Kári, at tað eigur at verða umrøtt, hvussu vit sum land kunnu verða við á jøvnum føti við øll onnur lond í altjóða kappingum.
Grundarlagið hvørvur
Kári Mortensen heldur, at um vit ikki fáa gongd aftur á ungdómslandsliðini, taka vit alt grundarlagið undan føroyskum hondbólti.
- Sum støðan er í løtuni eru tað bert A-landsliðini, ið eru virkin, meðan tað er einki, sum eitur ungdómslandslið. Um tú samanber tað við til dømis ein skúla, so svarar tað til, at tú hevur eina framhaldsdeild og ongan grundskúla, og tað er eyðsæð, at so gongur tað ikki drúgv tíð, áðrenn framhaldsdeildin eisini dettur niðurfyri, sigur Kári Mortensen.
Sjálvur heldur Kári Mortensen, at tað hevur verið til stóran ampa fyri føroyskan hondbólt, at arbeiði við ungdómslandsliðum hevur verið óstøðugt seinnu árini, tí tað ger, at hondbólturin missur ein stóran part av ungu leikarunum til aðrar ítróttargreinar, har avbjóðingarnar eru størri og støðugari.
Kósin var sett
Kári Mortensen satt eitt drúgt skifti í leiðsluni í Hondbóltssambandinum, og í hesum tíðarskeiði setti HSF út í kortið eina kós fyri menningina av hondbóltinum her heima, millum annað við at fleiri ungdómslandslið vóru sett á stovn.
- Í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2001 leiktu føroysk ungdómslandslið fleiri enn tríati landsdystir tilsamans. Um hetta mundi hevði HSF fýra virkin ungdómslandslið, og harafturat vóru bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið við í altjóða kappingum. Hóast nógva landsliðsvirksemi mól tað runt fíggjarliga hjá HSF hetta tíðarskeið.
Men í 2001 varð leiðslan í Hondbóltssambandinum skift út, og tá datt alt ungdómsarbeiði niðurfyri, og ístaðin bleiv fyrst og fremst satsað upp á manslandsliðið. Í tíðarskeiðinum frá 2002 til 2004 hevur einki ungdómslandslið hjá monnum leikt nakran dyst, meðan eitt kvinnuunglingalið hevur leikt tveir, greiðir Kári Mortensen frá. Hetta heldur hann verða stórt spell, tí hetta er við til at taka grundarlagið undan hondbóltinum í Føroyum.
- Vit høvdu sett eina kós, sum eftir mínum tykki hevði verið sera mennandi fyri føroyskan hondbólt, um hon bleiv hildin, men tíverri vóru tað ov nógv, sum hildu tað verða týdningarmiklast at brúka pengarnar til eitt A-landslið hjá monnum, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin.
Í 1998 komu veddingarpengarnir til føroyskan ítrótt, og parturin hjá Hondbóltssambandinum liggur um 600.000 krónur um árið. Hetta merkir, at saman við stuðulinum frá landsstýrinum og sponsorum v.m. hevur HSF nærum eina millión at reka landsliðsarbeiði fyri um árið, greiðir Kári Mortensen frá.
- Henda upphædd eigur at verða nokk til at reka meiri enn bert A-landsliðini hjá kvinnum og monnum. Eg ivist eisini í, um tað er rætt at brúka nógvar pengar upp á ein útlendskan venjara til manslandsliðið, tí vit eiga nógvar góðar venjarar her á landi, sum høvdu kunnað átikið sær venjarastarvið fyri ein nógv bíligari penga. So høvdu vit havt meiri av pengum til ungdómslandslið, sigur Kári Mortensen.
- Eg haldi, at fíggjarligu umstøðurnar eru til, at vit kunnu hava bæði ungdómslandslið og A-landslið í HSF-høpi, men tað krevur góða fyrireiking. Vit einum miðvísum ungdómslandsliðsarbeiði høvdu vit eisini óivað økt um áhugan fyri at stuðla føroyskum landsliðshondbólti, tí eg eri sannførdur um, at tað eru nógvir sponsorar, ið aftra seg við at stuðla landsliðsarbeiðinum, tí teir sakna stabilitet í hesum arbeiði, heldur Kári Mortensen.
Brúka fótbóltin sum fyrimynd
Kári Mortensen greiðir frá, at tá ið arbeiðið við ungdómslandsliðum steðgaði fyri nøkrum árum síðani, var ein av umberingunum hjá nevndini í HSF tann, at liðini taptu so nógv.
- Gamaní taptu tey nógv, men tað kanst tú rokna við frammanundan. Eg haldi, at vit kunnu brúka fótbóltin sum fyrimynd. FSF hevur í nógv ár havt eitt miðvíst arbeiði við ungdómslandsliðum, og fleiri av teimum leikarunum, ið nú eru á A-landsliðnum, eru leikarar, ið hava fylgst upp gjøgnum tey ymisku ungdómslandsliðini. Hetta ger, at tú hevur ein ávísan stabilitet á landsliðnum við spælarum, sum kenna hvønnannan sera væl, greiðir Kári Mortensen frá.
Mugu seta hægri mál
Í fjør royndi føroyska kvinnulandsliðið seg í Challenge Trophy Cup í Italia, og liðið stóð seg sera væl. Í heyst er ætlanin, at manslandsliðið skal royna seg í líknandi kapping, men Kári Mortensen ivast í, hvussu rætt tað er at taka lut í slíkum kappingum.
- Eg haldi ikki, at tað er rætt at taka lut í slíkum summarkappingum, har tey flestu av luttakandi londunum ikki leggja so nógv í hondbóltin. Fyrr luttóku vit í veruligum undankappingum, har vit fingu at vita, hvar í vit flutu í mun til aðrar tjóðir. Sum eg havi skilt, so ætlar manslandsliðið sær í heyst til eina kapping í Bretlandi, har millum annað Ongland og Skotland teljast millum mótstøðuliðini. Hetta eru lond, har hondbólturin er á sera lágum støði, og eg ivist í, hvussu nógv vit fáa burturúr at dystast við slíkar tjóðar. Tá haldi eg tað verða rættari at dystast við tey lond, sum royna at spæla seg til EM- og HM-endaspøl, tí sjálvt um vit møguliga tapa stórt, so mennir tað okkarar leikarar, sum eisini fáa eina ítróttarliga uppliving, sigur Kári.
- Tað er avgerandi neyðugt at gera HSF ført fyri at hava eitt skipað og greitt landsliðsprogramm, sum kann eggja feløgunum at gera eitt gott ungdómsarbeiði og eitt kvalificerað vakstamannaarbeiði.
Tað er eisini avgerðandi, at feløgini eru sterk og nógv - helst runt í øllum landinum, sum fótbólturin megnar - og kunnu eggja HSF at útvikla sítt landsliðsarbeiði.
Hesa synergieffekt má føroyskur hondbóltur fáa at virka, sigur Kári Mortensen
Umstøðurnar hava ongantíð verið betur
Í Føroyum hevur tað mangan verið ført fram, at umstøðurnar hjá hondbóltinum hava verið ov vánaligar til, at tað hevur verið gjørligt at føra nakað miðvíst menningararbeiði. Eitt nú hevur tað áður verið ein trupulleiki við at fáa nóg mikið av hallartímum, men hendan undanførslan kann ikki nýtast longur, heldur Kári Mortensen:
- Umstøðurnar hjá hondbóltinum hava ongantíð verið betur. Fleiri hallir eru komnar, og onkur er væl ávegis. Millum annað hava vit nýggju høllina á Eiði, sum saktans kundi verið nýtt sum eitt slag av føstum tilhaldsstaði hjá teimum ymisku landsliðunum, tá ið tey vóru savnað til venjingar, sigur Kári.
Eiga at brúka útlendsku leikararnar
Tey seinastu okkurt um tíggju árini hava rættuliga fitt av útlendskum leikarum roynt seg í føroyskum hondbólti, og fleiri av teimum hava steðgað í fleiri ár, og onkur hevur valt at búseta seg fast í Føroyum. Hesir leikarar, ið hava royndir úr øðrum og sterkari kappingum, eru ein fongur fyri føroyskan hondbólt, sigur Kári Mortensen.
Hann heldur tað verða upplagt, at Hondbóltssambandið í nógv størri mun fer at gera nyttu av útlendsku leikarunum og nýta teir í ymiskum venjaraleiklutum.
- Útlendsku spælararnir í Føroyum eru ein risa kapacitetur, ið kunnu geva og hava givið føroyskum hondbólti ómetaliga nógv, heldur Kári Mortensen.
- Eitt annað, ið kann styrkja um føroyskan hondbólt, er, um vit aftur fáa gongd á skeiðvirksemi innan hondbóltin. Í nítiárunum var mangan skipað fyri ymiskum venjaraskeiðum fyri føroyskum hondbóltsvenjarum, og her vóru nógvir útlendskir venjarar á vitjan og góvu eina rúgvu av inspiratión, sigur Kári.
Hann heldur, at vit kunnu læra nógv av Dómarafelagnum, sum veruliga hevur syrgt fyri, at dómarastøðið í føroyskum hondbólti er ment seinnu árini. Felagið hevur javnan skeið fyri dómarunum, og nógv verður gjørt burtur úr eftirmetingum og øðrum, sum kann styrkja førleikan hjá dómarunum.
Styrkja heimligu kappingina
Eitt av stigunum, ið neyðug eru at taka fyri at menna hondbóltin her heima, er sambært Kára Mortensen, at vit fáa styrkt heimligu kappingina.
- Vit noyðast at hava eina drúgvari kapping, og allarmest hjá teimum 16-18 ára er neyðugt, at tað eru fleiri dystir á skránni. Um tú til dømis hyggur at kappingini hjá kvinnuunglingunum, so vóru tað bert eini 3-4 lið í kappingini farna kappingarár, og tá gerast dystirnir ov fáir. Man kann til dømis skipa fyri ymsum smáum steypakappingin, sum man gjørdi fyrr. Umberingin við at tað so rennur saman við fótbóltinum, heldur ikki í longur, tí ætlar tú tær at verða við í fremstu røð, so noyðist tú at gera av við teg sjálvan, hvørja av ítróttargreinunum, ið tú ætlar tær at satsa uppá, heldur Kári Mortensen.
- Føroyskur landsliðs-hondbóltur má tora at vera við á jøvnum føti við øll onnur lond.
Børn, ung og vaksin íðkandi mugu vita, hvørjar avbjóðingar standa teimum í boði. Fjølmiðlar, sponsorar og áskoðarar mugu vita, (hetta er so mín meining) at januar er landsliðsmánaðurin hjá teimum vaksnu, har tað hvørt ár verða leiktir fleiri kvinnu- og manslandsdystir her í landinum og úti. At apríl/mai er tíðarskeiðið, har ungdómslandsliðini kappast á jøvnum føti við øll hini, og at summi ár vera kappingarnar í Føroyum, sigur Kári Mortensen at enda.










