- Okkum dámar slett ikki hesa støðuna

Bjargingarfeløgini nokta enn teirra limum at taka lut í virksemi, har tey kunnu koma til skaða.

Seinastu vikurnar hevur veðrið ikki júst víst seg frá sínari bestu síðu, og ber tað boð um, at veturin helst verður drúgvur og harður.


Tað er eisini um hesa tíðina, at bjargingarfeløgini hava mest at gera. Í ár er tó eitt sindur øðrvísi, tí bjargingarfeløgini um alt landið standa nevniliga enn fast við avgerðina at nokta teirra limum at taka lut í virksemi, har tey kunnu koma til skaða. Orsøkin er, at um tey koma til skaða, so fáa tey einki endurgjald.


- Vit hava tikið eitt time-out, men tað er ikki verri enn so, at um tað stendur upp á lív, so fara vit út. Men hetta verður gjørt, so at politikararnir møguliga vakna, sigur Regin Jespersen, leiðari fyri bjargingarfeløgini, tá in.fo tosaði við hann fyrr í dag.


Sum nú er, so liggur trupulleikin í fleiri ymiskum ráðum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er verji hjá føroysku bjargingarfeløgunum, skaðaendurgjaldið liggur undir málsøkinum hjá Henrik Old, meðan bjargingarfeløgini og tilbúgvingin er málsøkið hjá Høgna Hoydal.


- Vit eru í samskifti við Fiskimálaráðið og Samferðslumálaráðið, og vit meta, at vit hóma eina loysn. Landsstýrisfólkini og teirra embætisfólk eru positivt sinnaði, men í løtuni liggur bólturin hjá teimum. Vit bíða eftir einum útspæli frá teimum.


Regin Jespersen sigur, at bjargingarfólkini eru sera harm um støðuna sum hon er nú.


- Okkum dámar slett ikki hesa støðuna. Vit vilja gjarna sleppa at hjálpa, men vit kunnu ikki senda okkara fólk avstað, um tey ikki eru tryggja. Men tíbetur er einki álvarsamt hent í nøkrum av ódnunum higartil.