Okkum dámar høg mál

– Møguleikin at vinna á europameistaranum hevur ongantíð verið størri, enn hann verður til EM-kappingina í Turkalandi um ein mánað, sigur Pál Joensen

Pál Joensen var uttan síðustykki høvuðspersónurin, tá móttøka var fyri World Cup-svimjarunum í gjár, og einki er at siga til tað. Serliga á 1.500 metra teininum í frísvimjing hevur hann sligið navn sítt fast. Fyrst við at vinna gull í Moskva og síðani við at vinna silvur í bæði Stockholm og Berlin, umframt at hann allar tríggjar ferðirnar setti norðurlendskt met.
– Nú er tað italska europameistaran, Federico Colbertaldo, eg kappist beinleiðis við, og nú eri eg ið hvussu er ikki líka bangin fyri honum. Tað vísir seg eisini, at eg havi ligið framman fyri hann 1.400 metrar, so nú mangli eg bara líka teir síðstu 100 metrarnar, so er tað komið upp á pláss, sigur Pál, sum í desember mánaði skal til EM í Istanbul í Turkalandi at vita, um tað kann gerast enn betri.
– Colbertaldo er avgjørt tann besti svimjarin, eg komi at svimja ímóti, og tað er góður møguleiki fyri, at eg kann taka hann í Turkalandi. Í øllum førum hevur møguleikin ongantíð verið størri, so vit vóna, at tað fer at bera til, tí vit seta okkum altíð høg mál.
Frammanundan hevur mesta kappingin verið við danskaran, Mads Glæsner, men eftir at hava verið aftan fyri Pál tvær ferðir, gav danskarin upp í Berlin, har hann valdi at lata vera við at svimja finaluna í 1.500 metra frísvimjing. Almenna frágreiðingin var, at hann var móður, men Pál heldur, at Mads ikki tímir meira, nú tað tvær ferðir er blivið til eitt triðja pláss – aftan fyri Pál.
– Nú er 1.500 metra teinurin mín teinur í Norðurlondum, staðfestir Pál við stoltleika í eygunum.

Svimja skjótari
Sum sagt, er EM-kappingin í Turkalandi tað næsta, sum er á skránni, og tí skulu svimjararnir nú »trappa niður«, sum tey rópa tað á svimjimáli.
– Ja, tað verður ein vika aftrat við harðari venjing, og so ræður um at slappa av og svimja eitt sindur nógv skjótari í Turkalandi enn nú. Tá átti at givið úrslit, og eg haldi tað vera gott tekn, at eg orki at svimja 1.500 metra teinin við mestsum somu tíð innan fyri eina góða viku, sigur Pál, ið var eitt sindur bilsin av, at tað gekk so væl á teimum trimum World Cup-stevnunum.
– Hetta var ikki ordiliga tað, vit høvdu væntað, tí tað var ikki fyrr enn síðst á árinum, at vit roknaðu við teimum góðu úrslitunum. Men hetta var ordiliga deiligt, og hetta hevur verið ein ordiliga góður túrur – bæði úrslitið og tað, sum eg annars havi fingið burturúr sum svimjari hesar dagarnar.