Føroyingar eru ikki vanir við, at prísirnir í Rúsdrekkasølu Landsins, lækka. Heldur hevur talan verið um einvegisferðslu í rúsdrekkaprísunum. Men nú hevur nýggja føroyska bryggjaríið, Okkara, tíðina lækkað prísin á øli.
– Hetta gera vit fyri at vera við í kappingini. Tað hevur stóran týdning hjá okkum at selja størri nøgdir.
Tað sigur Petur Petersen, betur kendur sum Petur Øl, sølu- og menningarstjóri hjá Okkara.
– Tí settu vit prísin á pakkanum við 24 gulløl niður á sama prís, sum pilsnarølin hevur, sigur Petur Petersen.
Hann sigur, at hetta er ein avgerð, sum eigararnir hava tikið til tess at vinna størri marknaðarpart. Ølið hjá Okkara, sum tey selja í egnum deildum, er eisini eitt sindur bíligari, enn ølið í Rúsuni.
Petur Øl dylur ikki fyri, at tað serliga er kappingin við útlendsk bíligt øl, sum er hørð. Tí vilja tey á Okkara á henda hátt vísa fólki dygdina í ølinum frá Okkara.
– Vit hava merkt eina positiva gongd seinastu tíðina. Men vit halda ikki, at fólk kenna okkara øl nóg væl. Tað er tað, sum vit vilja broyta.
– Okkara hevur eitt gott undirstøði at standa á. Ølið er gott, og vit eru væl útgjørd til bæði at bryggja tað vanliga “mainstream” ølið og serstøk sløg av øli til eitt nú størri tiltøk, sigur Petur Petersen.
Hann vísir á týdningin, at bryggjaríið megnar at veita kundunum bæði vanligt ljóst øl og øl við gullstyrki, sum teljast millum sonevndu “mainstream” ølsløgini, umframt serstøk sløg av øli, tí kundaskarin gongur í tveimum høvuðsbólkum.
– Tað eru ølkennararnir, ið alsamt økjast í tali sum serstakir áhugabólkar, og so eru tað tey, sum halda seg til vanligu ølsløgini, sigur Petur Petersen.
Petur Øl sigur, at marknaðarparturin hjá Okkara liggur um 10-15 prosent, men at tey vilja vaksa – helst til eitt stað ímillum 20 og 30 prosent.
– Koma vit har upp, so ber tað til. Og tað ber til, tí vit eru ikki so langt frá tí málinum, sigur Petur Øl.
– Men tað krevur, at vit eru úti um okkum, og at vit eru sjónlig, tí tað hevur sera stóran týdning. At selja øl er nakað heilt annað, enn at selja aðrar vørur. Fólk hava altíð meiningar um ølið, og nógv verður prátað. Vit mugu vera "on" alla tíðina og skipa fyri ølsmakkingum, rundvísingum á bryggjarínum og so framvegis, sigur Petur Petersen, sølustjóri á Okkara.